Fiskivinnunýskipanin kemur ikki í gildi 1. januar 2018 - fult út. Skipanin við kvotum kemur ikki í gildi fyr enn tá.
Hesum boðaði Aksel V. Johannesen, løgmaður frá, tá ið hann í dag helt sína aðru ólavsøkurøðu, sum løgmaður og samgonguleiðari.
Í staðin fyri boðaði løgmaður frá, at nýggja fiskivinnuskipanin kemur í gildi eitt ár seinni enn ætlað var, nevniliga 1.januar 2019. Talaner tó ikki um alla skipanina, men um at fara frá fiskidøgum til kvotur.
- Tilgongdin hevur verið tvørlig og kjakið hevur verið hart. Men sjónarmið eru førkað og hugsanir brýndar. Allir partar hava givið seg, segði løgmaður frá tingsins røðarapalli í dag.
Tingið var sent til hús, áðrenn uppskotið, sum var lagt fram í seinastu tingsetu var liðugt vðgjørt, so tað uppskotið fall burtur.
Nýtt uppskot við ávísum broytingum, verður tí lagt fram aftur í nýggju tingsetuni, sum byrjar í dag.
Ætlandi verður nýggja uppskotið, sum kortini byggir á tað fyrra, lagt fram í august.