Kykmyndir og myndir

Ein av myndamonnunum til dystin í Klaksvík var Jóannes N. Poulsen. Hann tók eina drúgva myndarøð í løtuni, tá avgerandi brotssparkið varð dømt. Á portalinum ber til at síggja hesa myndarøðina, og so kann lesarin sjálvur gera sína meting, um hetta var brotsspark ella ikki. Og sjálvandi ber eisini til at síggja kykmyndirnar frá dystinum eins og samrøður við spælarar.