Herfyri kom út frágreiðing nevnd "AMAP Faroe Islands Heavy Metals and POPs programme 2005 - 2008". Frágreiðingina hava Katrin Hoydal og Maria Dam greitt úr hondum. Útgevari er Umhvørvisstovan.
Frágreiðingin er væl úr hondum greidd, og viðger millum annað kyksilvur (Hg) í grindahvali. Tilfarið er rúgvismikið og vísir greitt, hvussu nøgdin av kyksilvuri er tengt at stødd og kyni av hvali. Um tað er ein kall- ella kvennfiskur og hvussu gamal ið hann er.
Ár n S Hg
2001 25 7,28 1,73
2002 25 9,44 2,65
2003 25 7,22 1,72
2004 25 7,28 1,81
2006 37 6,65 1,73
2006 14 8,00 1,76
2007 15 5,27 1,50
2007 14 5,57 1,14
n = tal av kannaðum hvalum
S = skinn í meðal á hvalum
Hg = mg kyksilvur í hvørjum kg av tvøsti, vátvekt.
Í talvu í bókini eru hvalirnir bólkaðir í stødd og er tað tá enn sjónligari, hvussu nøgdin av kyksilvuri er tengd at aldri.
Amerikumenn (FDA), sum eru sera varnir, tá ið tað kemur til markvirði av eitrandi evnum, hava ásett eitt hægstavirði fyri metylkyksilvur í tunfiski at vera 1 mg/kg. Fyri at fáa í seg meira enn 1 mg av kyksilvuri um dagin frá tvøsti er sostatt neyðugt at eta meira enn 0,5 kg av grind, ið heldur í sær 2 mg Hg/kg, og av ungum hvali eitt kg. Hvør ger tað?
Tó vil eg av øðrum orsøkum ikki mæla ungdómi og barnakonum at eta grind meira enn eina ferð um vikuna.
Í frágreiðingini er mangt annað áhugavert, ið eg ikki her havi nomið við, sum til dømis um pestisidir í spiki, Hg og Cd í ulku, toski, bleikju og haru.. Útvega tær bóklingin og les sjálv(ur).