Kvinnur sum ganga við barni kunnu skaða fostri um tær eta fisk ovast í føðiketuni, so sum tunfisk, hav, svørðfisk og eisini grind. Hetta tí hann er dálkaður við kyksilvri, og umleið ein fjórðingur av børnum eru í vanda fyri heilaskaða, tí tey eru ov følin fyri kyksilvuri, hetta vísa danskir og bretskir vísindamenn á í kanning kunngjørdar í dokumentarfilminum "De Ufødte Børn" fyri DR1.
Philippe Grandjean, professari á Harvard University og á Syddansk Universitet, stóð á odda fyri kanningum av kyksilvri í grind í Føroyum í 1980inum. Kanningar sum fingu USA at stramma reglurnar fyri dálking av kyksilvri fyri at verja óføddu børnini. Hann greiðir frá at í 1950inum sóu tey álvarsamar heilskaðar hjá børnum í einum býi í Japan. Hetta komst av tí at eitt virki hevði veitt burtur stórar mongdir av kyksilvri í havið, og kvinnurnar høvdu etið fisk við nógvum kyksilvri í.
- Tá lík vórðu kannaði, hvar deyðsorsøkin var kyksilvur eitran, sást í mikroskopinum at nervakyknirnar í heilanum í smábørnum, sum vórðu eitraði í móðurlívi, ikki vóru rætt samanbundnar, greiðir Philippe Grandjean frá.
Sum nú er mælir heilsustyrið til, at kvinnur sum ganga við barni eta meir fisk, men ikki meir enn 100 gram av fiski, sum er ovast í føðiketuni, um vikuna. Tó er onki mark fyri hvussu nógvan tunfisk í dós kvinnurnar kunnu eta, tí ikki er altíð upplýst hvar hesin fiskurin kemur frá.
Granskarir siga at at skaðin kyksilvur fremur er so mikið álvarsamur og børn sum verða eitraði fáa lægri intelligens og klára seg verri
Filmurin verður vístur á DR1 í kvøld.