Real Madrid boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt ein fimm ára sáttmála við Kylian Mbappé. Tað hevur leingi ljóðað, at franska heimsstjørnan fór at skifta til Real Madrid og nú er skiftið alment.
Real Madrid vann um vikuskiftið Champions League fyri sættu ferð upp á 10 ár – 15. ferð samanlagt. Í dag hevur felagið lagt ein av bestu spælarunum í heiminum afturat hópinum.
Kylian Mbappé fekk sítt gjøgnumbrot í Monako, men skifti í 2017 til Paris Saint Germain. Har hevur hann verið ein av bestu spælarunum í heiminum, men tað hevur ongantíð eydnast honum at vinna Champions League.
Tað gongur skjótt í fótbólti, tí fyri einum ári síðani ýldu viðhaldsfólkini, at tey vildu ikki síggja Kylian Mbappé í felagnum, tí hann longdi sáttmála við Paris Saint Germain. Í dag fegnast tey um, at skifti er komið upp á pláss.
Kylian Mbappé er uttan sáttmála og tí skal PSG ikki hava pengar fyri 25 ára gamla fraklendingin. Søgan í sponskum miðlum er, at Kylian Mbappé er farin niður í løn, fyri at kunna skifta til Real Madrid.