"Kyllingen" viðgongur doping

Danski súklarin Michael Rasmussen hevur boðað til tíðindafundar í Herning seinnapartin, og sambært donskum fjølmiðlum fer hann tá at viðganga, at hann brúkti doping, tá hann súklaði fyri niðurlendska felagið Rabobank.

 

DR veit at siga, at Michael Rasmussen verður útihýstur frá øllum kappingum í tvey ár. Sum skilst hevur hann latið eina rættiliga neyva frágreiðing um doping-misnýtsluna, og hann skal eisini hava nevnt fleiri nøvn undir avhoyringini.

 

Michael Rasmussen súklaði fyri Rabobank frá 2003 til 2007. Ein av hansara liðfeløgum frá teirri tíðini, Thomas Dekker, hevur sagt, at hann er til reiðar at nevna nøvn og at siga alt um doping-misnýtsluna á liðnum. Summi halda, at tað er hendan hóttanin, sum nú fær Michael Rasmussen at siga sannleikan.