Kyndil dregur frá hinum

Hondbóltur: Úrslitini í bestu mansdeildini hetta vikuskiftið hilnaðust væl hjá Kyndli, sum nú er fýra stig frammanfyri næsta liðið

Bæði StÍF og KÍF vunnu stórsigrar, men Kyndil fekk mest burturúr. Tað má vera niðurstøðan eftir enn eitt hondbóltsvikuskiftið við onkrum væntaðum og onkrum óvæntaðum úrsliti.

H71 tapti týðandi stig í Vestmanna, og tað merkti, at Kyndil økti um leiðsluna til fýra stig, samstundis sum bæði StÍF og VÍF komu nærri hoyvíkingum, sum framvegis eru á øðrum plássi.

Liðið hjá Neistanum datt burturímillum í stríðnum um heiðursmerki, meðan KÍF við heldur óvæntaða sigrinum á H71 veruliga fekk luft niður til niðasta liðið Tjaldrið, sum fylgdi Kyndli til dyrnar, men dragnaði móti endanum.

Av teimum trimum dystunum í mansdeildini var tað serliga úrslitið í Vestmanna millum KÍF og H71, sum gav endurljóð og vísti, at hóast tað eru nógv stig á muni á stigatalvuni, so er einki avgjørt frammanundan.

Og í sjálvari kappingini er heldur einki avgjørt, hóast munurin millum ovasta liðið og hini vaks. Tað eru framvegis seks umfør eftir at spæla, og so at siga øll liðini hava framvegis dystir eftir móti hvørjumøðrum. Eitt nú hevur Kyndil útidystir eftir móti bæði StÍF og VÍF (sum liggur og lúrir) umframt ein dyst móti H71, so spenningurin er framvegis so avgjørt til staðar.


Kyndil so gott

sum føroyameistari

Hjá kvinnunum hvørvur spenningurin hinvegin so líðandi. Sum væntað megnaði liðið hjá GÍ og Tjaldrinum ikki at bróta sigursrøðina hjá Kyndli, men dysturin var javnari enn roknað varð við frammanundan, og eisini VB var nær við at taka stig frá Stjørnuni.

Stjørnan gjørdi annars eitt gott hál og fekk fýra stig burturúr, hóast málmunurin í teimum báðum dystunum tilsamans ikki var meira enn trý mál ? 21-20 móti VB og 28-26 móti VÍF.

Niðurtúrurin hjá VÍF í landskappingini heldur fram, men steypavinnararnir skuldu verið tryggir, tí hóast bæði VB og GÍ/Tjaldrið hótta hini liðini, so er tað kortini langt millum sigrarnar hjá teimum báðum botnliðunum. Ein sigur afturat til VÍF skuldi verið nóg mikið til endaliga at tryggja tilveruna í bestu deildini, og VÍF hevur heldur ongantíð verið millum niðurflytingarkandidatarnar hóast út av lagi vánaligu gongdina í landskappingini (seks ósigrar á rað).

Stjørnan kom við sigrunum upp á annað plássið, men teirra FM-møguleiki feyk longu tá tær taptu móti Kyndli í Havn fyri trimum vikum síðani. Neistin eigur ein dyst á, men eisini hjá teimum verður tað meira enn tungt at koma upp á ovastu rókina.