Kl.16.00 í dag verður fyrsta FM-finalan í hondbólti hjá kvinnum spæld í høllini í Vestmanna. Her fær VÍF vitjan av Kyndli og skal royna at basa teimum grønu úr Havn, sum annars hava havt gott tak á VÍF í alt ár og eitt nú vunnið tríggjar av fýra innanhýsis dystum í landskappingini.
Hvørki Anja Heinadóttir ella Guðrið G. Eystberg vera við Kyndli í finalunum vegna skaðar, men venjarin, Andreas F. Hansen, fegnast um, at hópurin er breiður.
- Vit hava sjey á vøllinum í senn. Vit hava somikið góða breidd, at alt ikki liggur á herðunum hjá einum spælara. Vit hava vant meiri generella venjing og avrátt hvussu ymiskar støður skulu takast, sigur hann um venjingarnar seinastu dagarnar.
VÍF-venjarin Kári Mortensen metir, at kvinnurnar hjá honum eru so til reiðar, sum tað ber til at vera.
- Jú, vit eru klárar. Vit eru so klárar, sum vit kunnu vera, sigur hann, og metir eitt vera umráðandi:
- Vit skulu hugsavna okkum um okkara egnu dygdir, sigur Kári.
Simona Petersen er javnan ein einmansherður hjá Kyndli, og Kári sigur, at tær sjálvsagt fara at hava fokus á henni.
- Men eitt passandi fokus, leggur hann afturat.
Onnur FM-finalan verður leygardagin kl.16.00, meðan ein møgulig triðja og avgerandi finala verður 2. páskadag kl.16.00.
Meting frá Birgiri Hansen:
- Kyndil er favorittur. Tær hava havt uppgangandi formkurvu alt kappingarárið, og tær eru heilt sikkurt favorittar at vinna FM
- VÍF mugu vera øgiliga sterkar í verjupartinum, ít Simona hjá Kyndli er ein spælari, sum altíð – og serliga í finalum – altíð er klár. Hon kann skjóta eitt lið í senk einsamøll, so um VÍF ikki steðgar henni, so fáa tær trupulleikar
- VÍF má eisini steðga mótálopum hjá Kyndli, har tær fáa nógv mál. Samanumtikið sera, sera avgerandi hjá VÍF at fáa verjuna at rigga
- Kyndil má ansa eftir skjúttunum hjá VÍF, sum hevur meiri skotstyrki útifrá í Liljuni og báðum Duritunum. Tær tríggjar hava ongantíð spælt væl í sama dysti, men nú krevst, at allar tríggjar eru klárar