Kyndil fekk fult í Vági

Hondbóltur - Uppflytararnir úr Kyndli syrgdu fyri, at VB hevur fyribils mist sambandið við ovastu liðini

Átta ymsir málskjúttar. Og Randi Wardum skeyt flest mál fyri Kyndil við sínum fimm málum.
Tað var eitt liðavrik fram um nakað annað, sum var orsøkin til, at Kyndil vann í Vági í gjár.
Úrslitið var 23-21. Hálv­leiks­støðan var 14-10 til gestirnar.
Úrslitið hevur verið við sær,at VB hevur mist sam­bandið við ovastu liðini. Vágs­kvinnur eru nummar fýra við sjey stigum, sum eru fimm færri enn oddaliðið Stjørnan.

Vóru frammanfyri
Kyndil vann sær trygga leiðslu í fyrra hálvleiki.
VB var á odda 7-4 aftaná 14 minuttir, men so gekk illa hjá teimum.
Gestirnir vunnu 10-3 sein­astu løtuna í fyrra hálv­leiki.
VB royndi at svara aftur aftaná hvíldina, og tað var tætt við, at vágskvinnur fingu stig.
Í seinastu royndini sendi heimaliðið í stongina, áðrenn Kyndil fór í skjótálop, og Jórun Ludvig skoraði til 23-21.
Jónleif Sólsker stóð á odda fyri liðnum hjá Kyndli hesaferð. Geir Wardum, høvuðsvenjari, sat millum áskoðararnar, tí hann hvílir seg í nakrar vikur eftir skurðviðgerð í rygginum, skrivar heimasíðan hjá Kyndli.