Kyndil-H71 28-26: Samrøður og samanumtøka frá FM1

(FM1) Hoyr samrøður við Tummas Paula Hanusarson (Kyndil) og Ára Dam (H71)

Kyndil fekk tvey sera týdningarmikil stig, og kyndilsmenn hava nú fimm stig niður til KÍF á fimta plássinum í Okkaradeildini aftaná 28-26 heimasigurin ímóti H71. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Kyndil: Tummas Pauli Hanusarson 6, Hjalti M. Jacobsen 5, Bartal K. Olsen 5, John í Innistovu 4, Rógvi Dal-Christiansen 3, Jóni Viderø 2, Ólavur av Fløtum Mittún 2, Tróndur Wardum 1.

 

H71: Brandur Halgirsson 7, Leivur Mortensen 5, Vilhelm Poulsen 3, Hans Kári Hansen 3, Niklas Hanusson 3, Peter Krogh 2, Pætur Thomsen 1, Rúni Højgaard 1, Poul Símun í Garði 1.

 

VÍF er á odda við 21 stigum. Nummar tvey er Neistin við 20 stigum. Kyndil er nummar trý við 19 stigum, og H71 er nummar fýra við 18 stigum. KÍF er nummar fimm við 14 stigum. StÍF hevur átta stig á sætta plássi, og Team Klaksvík er aftast við tveimum stigum.

 

Sunnudagin tekur KÍF ímóti Kyndli, og H71 tekur ímóti Neistanum. Báðir dystirnir byrja klokkan 16.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum. Claus Rasmussen var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Tummas Paula Hanusarson, ið gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við seks málum.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við málverjan hjá H71, Ára Dam.

4) Hoyr Claus Rasmussen taka samanum ein sera spennandi dyst millum Kyndil og H71.