Hóast Kyndil hevði dyst í gjár, og síðani skuldi ferðast úr Vági, so høvdu tær neyðugu orkuna til at vinna móti StÍF í dag.
Talan var leingi um sera javnan dyst, men eftir steðgin fekk Kyndil betra takið. Tær grønu skiftu eisini munandi meira út, og tað gav bonus móti dystarenda, tá vertirnir ikki reiðiliga orkaðu at fylgja við teimum grønu.
Besti málskjútti hjá Kyndli var Anna Brimnes, sum skeyt átta mál. Fríðrun Danielsen og Rebekka Justinussn skutu fýra mál í part fyri StÍF.
StÍF-Kyndil 19-23 (13-14)