Kyndil hevur tveir skaðar

Hvørki Anja Heinadóttir ella Guðrið G. Eystberg vera við Kyndli í finalunum, men venjarin fegnast um, at hópurin er breiður

Andreas F. Hansen, ein av venjarunum hjá Kyndli, sigur, at tað ikki verður gjørt nakað serligt burturúr venjingunum fram til finalurnar.
– Vit gera, sum vit plaga. Vit venja somu tíðir og venja sum vit altíð gera, so nei, vit gera ikki meiri enn vanligt burtuúr, sigur hann.
Tað er væntandi, at Simona Petersen kemur at hava nógv á sínum herðum í finalunum, men hann fegn­ast heldur um breiddina.
– Vit hava sjey á vøllinum í senn. Vit hava somikið góða breidd, at alt ikki liggur á herðunum hjá einum spæl­ara. Vit hava vant meiri gene­rella venjing og avrátt hvussu ymiskar støður skulu takast, sigur hann um venj­ingar­nar seinastu dagarnar.

Verjan er lykilin
Kyndil hevur havt gott tak á VÍF í ár. Kyndil hevur vunnið á vestmannagentum tríggjar ferðir í landskappingini og sligið tær út í steypa­kapp­ingini. Vit hava spurt venjaran, hvussu tað ber til, at tær hava somikið gott tak á VÍF.
– Vit hava megnað at hildið teimum undir 20 mál, so tað er greitt, at verju­spæl­ið hevur stóran týdning. Tað hevur verið generelt fyri okkum alt kappingarárið, sigur Andreas F. Hansen.
Hjá Kyndli kom tað dátt við, at Anja Heinadóttir gjørd­ist álvarsliga skadd leygardagin og ikki verður við í finalunum. Tað verður Guðrið G. Eystberg heldur ikki. Hon er eisini skadd.