Kyndil knústi VÍF

Tað var stórur munur á, tá ið Kyndil vant burtur úr vestmannakvinnum

Kyndil og VÍF hava verið í tøttum stríði hesi seinastu fýra kappingarárini, men eftir fyrra hálvleiki í kvøld at døma, er Kyndil minst eitt støði omanfyri VÍF í løtuni. Kyndil vann við 27-17, eftir at hava verið á odda 15-4 í hálvleikinum.

Kyndil var aftur í dag uttan Súnu Krossteig Hansen, men tað skakaði ikki heimaliðið tað minsta.

Kyndil spældi leingi við tveimum strikuspælarum  í álopinum, har Bjarta Johansen rann inn av bakkinum, og tað gav úrslit í fleiri førum.

Men tað var frammanfyri kyndilsmálið, at dysturin var avgjørdur.

Kyndilsverjan var øgiliga ágangandi, og tað, ið verjan ikki fekk fatur á, fekk Jovana Stranjanac steðgað.

##ms##

Og so var grundarlagið lagt fyri eina rúgvu av kyndilsmálum. Við hálvleik vóru tey vorðin 15 ímóti bert fýra hjá VÍF.

Kyndil var ikki eins eirindaleyst í seinna hálvleiki, og VÍF fekk minkað væl um munin fyrstu løtuna eftir steðgin

Verjuni eydnaðist at vinna nakrar bóltar, Viviann Petersen fekk bjargingar, og sjey VÍF-áleyparar minkaðu um munin niður í seks mál. Men tordu vestmenningar at vóna eina sensasionella vend, so hvarv vónin aftur.

Kyndil fekk aftur fatur á bóltunum, og so mundu einir fýra á rað enda í tóma VÍF-málinum.

Leikferðin fall, VÍF fekk pyntað eitt vet, men seinastu løtuna fyri leiklok fór Kyndil aftur frá. VÍF-spælskiparin, Agnas Olsen, skoraði seinasta málið, tá ið hon pyntaði um úrslitið, sum gjørdist 27-17.

SMS kvinnur

Kyndil - VÍF 27-17 (15-4)

Kyndil: Natasja Hammer 8, Bára K. Hansen 5 (2), Bjarta Johansen 4, Ásleyg Súnadóttir 3, Turið Arge 3 (1), Ró Nielsen 2, Sólja B. Poulsen 1, Jovana Stranjanac 1.

VÍF: Agnas Olsen 10 (4), Rannvá Olsen 2, Brynja Rógvadóttir 2, Svanna Kjærbæk 1, Ingibjørg Olsen 1, Lív Ingdorsdóttir 1

SMS kvinnur (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil25935244
Neistin12616102
H711372982
VÍF24754-72
VB11626-100
StÍF25667-110
Stjørnan11832-140

Les meira um hondbólt á in.fo her

Sí fleiri ítrottarmyndir á in.fo her