Tað var fult uppiborið, at Kyndil tók stigini, tá tær í gjár spældu grannauppgerð móti Neistanum. Hetta var triða grannauppgerðin teirra millum í vetur, og hetta var fyrsta ferðin, at annað liðið fór við báðum stigunum.
Tað var sjáldan nakar serliga stórur munur á liðunum, men hóast nervin soleiðis alla tíðina var til staðar, so er veruleikin eisini, at Neistin ongan tíð var á odda í dystinum. Og tað var bara tríggjar ferðir, at tað stóð á jøvnum. Tvær av hesum ferðunum vóru enntá fyrst í dystinum við støðurnar 1-1 og 2-2. Og tí var talan kanska um ein ruddiligan sigur.
Eina lítla løtu kring steðgin tóktist Neistin hava yvirtakið, men hetta var stokkut. Kyndil streyk aftur avstað, og niðurstøðan eftir dystin kann helst býtast í tríggjar lutir.
Eitt: Breiddin
Ein av heilt stóru orsøkunum til, at Kyndil helt leiðsluni allan vegin, var, at tær grønu í vetur hava størri breidd enn bláu grannarnir. Tað gevur venjarunum møguleika at geva stuðulsspælarum neyðugu hvíldina, soleiðis at hesar ikki mugu koyra seg sjálvar fullkomuliga í senk.
Sjálvandi eru Simona Petersen og Kristian Griksaite avgjørdir lyklaspælarar, men har eru nú fleiri aðrir spælarar, sum kunnu taka ábyrgd. Jórun Ludvig, Anja Heinadóttir og Randi S. Wardum hava neyðugu royndirnar, men ikki minni stuttligt var at síggja, hvussu spælarar sum Bára K. Hansen, Anna Brimnes og Guðrið Eystberg tóku av sínum møguleika.
Hjá Neistanum tykist alt ov nógv hanga á herðunum hjá einstøkum spælarum. Jacklin Durhuus hevur ofta tikið tung tøk í vetur, men hesa ferð tóktist hon ikki hava orkuna til at halda Neistanum í dystinum. Tað bøtti um, tá hon eftir steðgin slapp at hvíla í verjustøðum, men onkursvegna fekk hon ikki átikið sær ta byrðu, sum hon vanliga ger.
Einasti Neista-spælarin, sum veruliga tók ábyrgd, tá liðið annars var mest sum fastlæst fyri steðgin, var Bára Hansen. Hon skeyt seks mál fyri steðgin, og tað er í sjálvum sær flott. Men tað munar ikki nóg nógv, tá liðfelagarnir bert høvdu skotið tvey mál, tá 27 minuttir vóru farnir.
Tvey: Verjan
Kyndil vísti – serstakliga fyrstu løtuna av dystinum – at tær hava eina tí sterkastu verjuna í landinum. Sæð burtur frá Báru, ið mest sum einsamøll megnaði at halda Neistanum í dystinum, so fekk grøna verjan fatur á mest sum øllum. Kanska gjørdist uppgávan heldur lættari, tá Neistin í lítlan mun kundi hótta útifrá, men flata verjan, sum lat lítið koma ígjøgnum, dugdi eisini at skjóta seg út, tá bakkarnir høvdu hug at hótta.
Saman við Kristinu, ið er ein av stinnastu málverjunum í landinum, legði verjuspælið soleiðis ein sterkan botn undir sigrinum.
Trygdin í verjupartinum merkti eisini, at Kyndil kundi spæla trygt og disciplinerað í álopspartinum. Í øllum førum so leingi, sum tær ikki fór at hugsa um, hvat stóð upp á spæl í dystinum. Gjørdu tær fyrst hetta, so byrjaði at ganga galið, men so leingi fokus var rætt, vórðu fáir býttir bóltar mistir.
Trý: Dirvi
Tá tú í trý ár hevur verið við undirlutan í grannalagnum, soleiðis sum Kyndil hevur verið tað móti Neistanum, so kunnu spælararnir hava tað eitt sindur trupult í einum leikluti, har tær brádliga skulu vinna.
Júst hendan respektin var eisini høvuðsorsøkin til, at sigurin ikki varð meira sannførandi enn tað sama. Hvørja ferð Kyndil vann seg nøkur mál framum, komu óprovokeraðir feilir í álopsspælinum, meðan verjan eisini gjørdist minni avgjørt. Tað var eins, og mistu spælararnir fokus, nú tær brádliga sótu við stýrisvølin, og tað er kanska ikki annað enn náttúrligt, tá tú soleiðis hevur verið við undirlutan í fleiri ár.
Tað er kanska partur av eini búningarprosess, har Kyndil tó er komið langan veg seinastu trý árini ella so. Teirri prosessini er Neistin eisini í, nú tær ikki longur hava Brauer at taka ábyrgd. Og eins og hjá Kyndli var ein ávísur ótti at síggja, tá tær í løtum høvdu takið.
Var Kyndil tvey, trý og fýra mál frammanfyri, so settu tær bláu ferð á, og í nógvum førum varð spælt bæði skjótt og væl ígjøgnum, áðrenn grøna verjan var komin upp á pláss. Hetta hendi tó bert í hesum støðum, har liðið ikki longur hevði nakað at missa, og hetta er langt ífrá fyrsta ferðin, at so er hjá Neistanum í vetur. Í eini endurbyggingarfasu, sum liðið er í, er tað eingin vanlukka, um finaluplássið ikki gerst veruleiki. Men vilja spælararnir røkka hesum plássi, so er eisini neyðugt, at tær tora at spæla hondbólt. Eisini tá støðurnar eru spentar, og mistøk tí kunnu kosta.
Finalan er enn møgulig
Hóast Neistakvinnur við tapinum sóu VÍF leggja fimm stig millum annað- og triðaplássið á stigatalvuni, so vildi Rakul Augustinussen ikki geva skarvin yvir, tá vit tosaðu við hana eftir dystin.
– Nei, finaluplássið er ikki farið. Enn kann alt henda, og vit mugu bara syrgja fyri at vinna okkara dystir. Tað er okkara problem.
Rakul viðgekk, at ein stórur trupulleiki á degnum var, at Neistakvinnurnar ikki tóktist heilt til reiðar, tá dysturin byrjaði. Men hon dugdi ikki at siga, hví so er.
– Í seinastuni hava vit verið eitt sindur sløvar, tá dysturin byrjar. Eg veit ikki hví. Motivatiónin skuldi í øllum førum verið til staðar, og tað er hon eisini næstu ferð, staðfesti Rakul Agustinussen.
- - -
Neistin - Kyndil 21-24 (10-11)
10 min: 2-5
20 min: 4-8
40 min: 14-17
50 min: 18-20
Neistin: Bára Hansen 8(2), Nicoleta R. Hansen 3, Jacklin Durhuus 3(1), Rakul Augustinussen 2, Eir Berg 2, Unnur Danielsen 1
Kyndil: Simona Petersen 8(3), Anna Brimnes 4, Bára K. Hansen 3, Guðrið G. Eystberg 2, Jórun Ludvig 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Bjarta O. Johansen 1, Anna Sofía H. Mohr 1
Brotskøst: Neistin 3/3, Kyndil 4/3
Útvísingar: Neistin 1, Kyndil 2
Dómarar: Gert Hansen & Arnar Dam