Kyndil og H71 vunnu í SMS-deildini

Hálvfinalukláru Kyndil og H71 staðfestu sínar støður á stigatalvuni í SMS-deildini við sigrum á ávikavist StÍF og VB

Tað er longu greitt, at Kyndil, H71, Neistin og StÍF vera liðini sum fara at spæla FM-hálvfinalurnar í SMS-deildini.

Hetta vikuskiftið hava liðini sum liggja fremst og næstfremst í SMS-deildini hildið stásið við líka við sigrum.

Ígjár vann H71 rættiliga greiðan 29-21 sigur á VB suðuri í Vági. Í steðginum var H71 á odda 17-11.

Fyrr í dag vann Kyndil 27-22 á StÍF í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var heimaliðið á odda 14-11.

Í morgin klokkan 14 tekur Neistin móti VÍF.

VB-H71 21-29 (11-17)

Toppskjúttar VB: Vladana Lazendic 6, Gurið K. Augustinussen 6 og Durita Hjelm 6. 

Toppskjúttar H71: Jana Mittún 6 og Marita Mortensen 5. 

Kyndil-StÍF 27-22 (14-11)

Toppskjúttar Kyndil: Bára Krossteig Hansen 7 og Turið Arge Samuelsen 7.

Toppskjúttar StÍF: Lív S. Poulsen 6 og Haruka Gima 5.

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL1746535511029
 H71164764235325
 NEISTIN154263487819
 STÍF17471479-816
 VÍF15385412-2710
 VB16378480-1029
 STJØRNAN16396500-1044