Kyndil skal nú vísa at teir kunnu hótta VÍF

Hondbóltur: Sunnudagin verður klassiski dysturin ímillum VÍF og Kyndil spældur í Vestmanna

Sunnudagin verður tað, sum vanliga var stóri dysturin í hondbóltskappingini hjá monnum, spældur í Vestmanna. Í fjør hevði Kyndil ongan kjans móti VÍF, men nú fáa teir aftur ein kjans at koppa gula meistaraliðnum úr Vestmanna, og dysturin í morgin fer at geva fyrstu ábendingina hvussu tey bæði mest sigursvandu feløgini eru fyri samborið við hvørt annað.

Vestmenningar hava vunnið báðar dystirnar, sum eru spældir í landskappingini higartil. Fyrst vunnu teir stórsigur á Neistanum, men seinasta vikuskiftið høvdu teir trupulleikar við at basa kollfirðingum. Men at enda var eingin ivi um sigurin, og teir vunnu við seks málum.

Kyndil vann í fyrsta umfari á StÍF í útivølli, og tað tóktist verða so gott úrslit, at vónir vóru fyri einum ári við Kyndli í oddinum, men seinasta vikuskiftið komu Kyndlamenn og -viðhaldsfólk nakað niður á jørðina aftur, tí tá vunnu grannarnir úr Hoyvík á Kyndli, og H71 tykist í løtuni verða besta boðið til kapping við VÍF í oddinum.

H71 skal hetta vikuskiftið royna seg ímóti StÍF á heimavølli. Strandingar fingu seinasta vikuskiftið javnleik móti Neistanum eftir dramatiskan og løgnan dyst, har teir javnaðu 11-málsleiðslu hjá Neistanum eftir einum korteri.

Seinasti mansdysturin verður í Havn millum Neistan og KÍF, og tað er ein dystur, sum skal gera av, hvør skal verða aftast í deildini eftir hetta vikuskiftið. KÍF hevur tapt báðar sínar fyrstu dystir, meðan Neistin og StÍF hava eitt stig í part.


Neistin til Klaksvíkar

Hjá kvinnunum verða eisini tríggir dystir hetta vikuskiftið.

Stjørnan skal fyri fyrstu ferð í ár royna seg á heimavølli, og botnliðið fær ein megnar uppgávu, tí Neistin kemur á vitjan. Neistin hevur vunnið báðar sínar fystu dystir og liggur á odda í deildini saman við StÍF. Stjørnan hevur tapt báðar sínar dystir

Á Kambsdali verður dystur millum GÍ og Kyndil, og gøtukvinnur, sum heldur ongan dyst hava vunnið í ár, spæla sín triðja heimadyst. Kyndil byrjaði kappingina við at tapa á Skála, men síðani vunnu tær stórsigur á Stjørnuni, og tær ætla at halda fast um framgongdina við at vinna á GÍ í dag.

Seinasti kvinnudysturin verður í Vági, har StÍF fer at vitja VB. Vágskvinnur hava bert spæla ein dyst enn, og hann vunnu tær á Stjørnuni. StIF hevur hinvegin spælt tríggjar dystir og hevur vunnið tveir.

Dysturin millum VB og StÍF verður í morgin, hinir báðir kvinnudystirnir eru í dag.