Kyndil skal vinna

Ein dystur verður í bestu kvinnudeildini fríggjakvøldið

Hondbóltur


Triðja dagin á rað verður ein dystur í bestu kvinnudeildini, tá Kyndil fer vestur at hitta Sóljuna.

Hóast tað á pappírinum er líkt til, at Kyndil eigur betra liðið, var tað um reppið, at Sóljan í fyrra dystinum millum liðini skapti eina hálva sensatión.

Hóast Kyndil í tí dystinum hevði eina trygga leiðslu, so minkaði munurin at kalla niður í einki, og Sóljan hevði risamøguleika at minka um munin fram ímóti dystarenda.

Meðan tað í løtuni tykist soleiðis, at Sóljan fyrst og fremst stríðist fyri at halda sær uppi, so stendur øðrvísi til hjá Kyndli.

Liðið hevur seinnu árini fingið sær til vana at savna heiðursmerki, men skal hetta røkkast í ár, er nú alneyðugt við einum sigri. Alt annað vi helst viðføra, at tær dragna í stríðnum um heiðursmerki, har tað er líkt til, at tað fyrst og fremst er VB, sum Kyndil skal stríðast við um bronsumerkini.