Kyndil ? StÍF 25-25 (17-12): StÍF eitt fet nærri silvrinum

Við einum javnleiki móti Kyndli hevur StÍF tikið eitt fet nærri silvurmerkjunum í 1. deild hjá monnum. Eftir fyrra hálvleik sá tó út til, at Kyndil fór at fáa bæði stigini, men strandingar stríddust manniliga eftir steðgin og megnaðu at fáa javnvág í málskjótingina

 

Tað vóru fyrst og fremst silvurmerkini, ið Kyndil og StÍF dystaðust um í høllini á Hálsi mikukvøldið, tí hvørki av liðunum hevði vónir um at vinna meistaraheitið. Kyndil skuldi vinna fyri leggja trýst á StÍF, meðan strandingar óivað eru nøgdir við javnleikin, tí tað gevur teimum møguleika av avgera sjálvir, hvar silvurið endar.

Liðini fylgdust ta fyrstu løtuna av dystinum, og tað var eyðsýnt, at leikararnir løgdu nógv fyri. Tað var tí lagt upp til ein spennandi dyst, og áskoðararnir fingu eisini spenning við lít.


Vend kom í

Dysturin tók eina vend, tá leikandi venjarin hjá StÍF, Costin Dumitrescu, meiddi sær knæið og var noyddur at fara av vøllinum. Hetta hendi miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Costin er ein týðandi partur av liðnum, og tað var tí ein dyggur smeitur, tá hann ikki var at halda liðnum uppi. Eftir skaðan kom Costin bara á vøllin fyri at taka sær av brotskøstum, og tað kom hann væl frá. Bara tað eina av seks fór ikki í meskarnar.

Kyndi dróg frá ta seinastu løtuna áðrenn steðgin, og Hanus Jensen skeyt fleiri góð langskot framvið Jóhan Danielsen í StÍF málinum. Tað tyktist sum um fjáltur kom á strandingar hesa løtuna. Markeringarnar í verjuni vóru leysar, og álopið var tannleyst. Einki vildi bera til hjá strandingum, meðan havnamenn vóru meira nærlagdir.

Tað var Artur, sum at enda breyt ringu gongdina, men annars var toppskjúttin hjá strandingum eitt vónbrot og gjørdi ikki nógv um seg. Kyndil tók tó hóttan Arturs í álvara, tí seinastu løtuni varð hann mansvardur av Jónleifi Sólsker.

Tá komið var til hálvleiks, hevði Kyndil eina trygga leiðslu uppá fimm mál, og strandingar høvdu ikki nógv at bjóða uppá seinastu løtuna fyri steðgin.

Kyndil megnaði tó ikki at halda fast um hesa leiðsluna. StÍF legði út sum eitt óløgi, tá dómararnir settu dystin í gongd aftur, og áðrenn kyndlamenn varnaðust, hevði útiliðið javnað.

Kanska tók Kyndil sær ov nógv av løttum, tí leiðslan tóktiskt trygg, men teir vóru tiknir á bóli. Eftir lítla løtu hevði StÍF bart seg uppá javnleik 18-18. Strandingar høvdu skorað seks mál, og Kyndi hevði bara fingið eitt.

Tað var sum allir StÍF-ararnir høvdu sett sær fyri at taka annað skinn um bak. Jóhan Danielsen í málinum hjá StÍF var betur upplagdur enn áður, og gongd kom á álopsspælið.

Rættiliga ferð kom nú á dystin, og ofta gekk tað ov skjótt fyri seg, so at spælararnir ikki sjálvir megnaðu at fylgja við. Soleiðis vóru fleiri býtt mistøk gjørd.

Tað var tó stuttligt at síggja Dia Midjord aftur á Kyndlaliðnum, har hann ikki hevur verið at sæð í fleiri ár. Dia varð mest nýttur í verjuspælinum, men hann megnaði tó at skjóta trý av málunum hjá Kyndli.

Eftir at StÍF hevði javnað raknaði Kyndil við aftur, og liðini fóru stavn um stavn inn eftir vágni. StÍF var tó ongantíð frammanfyri heimaliðið í seinna hálvleik, hóast teir høvdu møguleika til tess.

Tá meira ferð kom í spælið gjørdust menn eisini heitir, og dómararnir kendu seg fleiri ferðir noyddar at tveita menn av vøllinum í tveir minuttir, tá spælið gjørdist ov harðligt. Dómararnir løgdu longu frá byrjan eina harða linju, og fleiri gul kort vóru á lofti ta fyrstu løtuna.

Tá ein minuttir var eftir at spæla var støðan 25-25. Einki mál kom sostatt í seinasta minuttinum, hóast bæði liðini høvdu hvør sítt álop. Vantandi nærlagni og ágangandi verjuspæl forðaðu fyri, at annað av liðunum fekk avgerandi og vinnandi málið.

StÍf hevur tveir dystir eftir, meðan Kyndil hevur tríggjar dystir at spæla enn, og StÍF er framvegis trý stig frammanfyri. Um StÍF vinnur tveir teir seinastu dystirnar, so eru silvurmerkini tryggjað. Kyndil skal eftir øllum at døma vinna sínar tríggjar dystir, um teir skulu hava vónir um at vinna silvur.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Kyndil: Hanus Jensen 6, Bjarni Wardum 5, Hans A. D. Christiansen 5, Jónleif Sólsker 4, Dia Midjord 3, Regin Petersen 1, Janus Einar Sørensen 1

StÍF: Costin Dumitrescu 7, Marius Joensen 5, Alexandur Johansen 5, Janus Trúgvason 3, Sveinbjørn Poulsen 2, Kristian Petursson 1, Artur Johansen 1, Andre Danielsen 1

Brotskøst: Kyndil 3, StÍF 6

Útvísingar: Kyndil 5, StÍF 4

Dómarar úr Neistanum: Jákup Sverri Kass og Kristian Johansen