Kyndil til próvtøku

Støðan seinastu vikurnar hevur annars verið, at Neistin og H71 hava runnið aftan á VÍF, men seinastu trý umførini eru StÍF og Kyndil komin væl við.

Kyndil byrjaði upptúrin við at vinna á H71, og megna teir at endurtaka hetta í dag, fer av álvara at styttast. Serstakliga um Neistin heldur ikki fær glið á í dag, tá teir taka móti VÍF.

Seinasti dysturin hetta umfarið er millum KÍF og StÍF. Strandingar eru enn við í kapprenningini um eitt pláss í FM-finaluni, men avrikið hóskvøldið gav ikki nakran serliga góðan gróðrarbotn fyri vónum av hesum slag. Og tí skulu heilt aðrir bollar í súpanina, um teir framvegis vilja vera partur av tí stríðnum.

 

Allir tríggir dystirnir byrja klokkan 16.