Kyndil vann botndystin

Mikukvøldið hittust tey bæði aftastu liðini í Sunset-kappingini, Tjaldur og Kyndil, í einari reinari botnuppgerð í Runavík, sum havnarliðið vann.

Alt bendir á, at Tjaldur úr Runavík noyðist at taka til takkar við at verða aftasta liðið í Sunset-kappingini íhesum kappingarárinum. Mikuvkvøldið høvdu tær vitjan av Kyndli, sum er næstaftasta liðið í kappingini, og um Tjaldur skuldi hava nakran møguleika at berja seg upp um aftasta plássið, var neyðugt hjá runavíkskvinnum at vinna á havnarliðnum. Men Kyndil vann ein greiðan sigur, og tað er trupult at ímynda sær, hvussu kvinnurnar úr Runavík skulu ogna sær nøkur stig móti hinum liðunum í kappingini.

Mansvardar at kalla allan dystin
Taktiska uppleggið hjá Tjaldur var frá byrjan at mansverja stórskjúttan hjá Kyndli, Randi Wardum, í eini roynd at órógva álopsspælið hjá havnarliðnum. Tá ið so Kyndla-venjarin, Geir Wardum, setti ein annan góðan skjútta, Lotte Sørensen, á vøllin, valdi Tjaldur eisini at mansverja hana.
Hetta merkti, at tá ið Kyndil var í álopi, var í veruleikanum spælt fýra móti fýra við ongum strikuspælara, og tað gav gott pláss til eitt nú Ann-Mari Wang hjá Kyndli, sum mikukvøldið gjørdist toppskjútti við ikki færri enn ellivu málum. Tað var kanska eisini eitt sindur undrunarvert, at Tjaldur helt fast í hesum taktikki allan dystin.
At spæla fýra móti fýra í álopspartinum tóktist ikki nerva Kyndil nakað serligt. Tjaldur helt tørn fram til um miðjan fyrra hálvleik, tá ið tað stóð á jøvnum 6-6, men so legði Kyndil seg á odda 9-6, og heimaliðið kom ongantíð upp á javnt aftur.
Í hálvleikinum var munurin ikki so stórur, tí tá vóru gestirnir úr Havn einans á odda við trimum málum, 13-10, men eftir steðgin gekk tað skjótt. Fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki vann Kyndil nevnliga 12-2, og so var støðan 25-12 til tær grønu.
Við sigrinum í Runavík mikukvøldið er Kyndil komið ájavnt við StÍF í stigum, men havnarliðið hevur leikt ein dyst meiri enn kvinnurnar av Strondum.


Tjaldur-Kyndil 16-29(10-13)
Tjaldur: Jakoba Langgaard 5, Heidi Heinesen 5(1), Mona Langgaard 2, Kirstin Jacobsen 2, Kristine Ellingsgaard 1, Hansa Mikkelsen 1
Kyndil: Ann-Mari Wang 11, Lotte Sørensen 6(4), Súsanna Petersern 5, Randi Wardum 3, Linda Weihe 2, Hildur Høghamar 2
Brotskøst: Tjaldur 1(1), Kyndil 4(4)
Útvísingar: Tjaldur 3
Dómarar: Heri Petersen og Brandur Johansen