Kyndil vann greiðan sigur á Stjørnuni

Kyndilskvinnur eru nú bert trý stig frá einum FM-finaluplássi aftaná 27-19 sigur á Stjørnuni

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld.

 

Kyndil og Stjørnan spældu í høllini á Hálsi í Havn, og endaði dysturin við tryggum 27-19 sigri til Kyndil. Tað leikaði tó meira javnt á í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Kyndil á odda 12-10. Fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki leikaði eisini javnt á, og tá 40 minuttir vóru farnir var Kyndil bert á odda 15-14. Men næstu løtuna vann Kyndil seg uppá á eina 19-14 leiðslu, og tær koyrdu sigurin trygt heim aftaná hetta.

 

Marianna G. Eystberg gjørdist toppskjútti og skoraði 10 mál fyri Kyndil. Súna K. Hansen skoraði fimm mál, Bára K. Hansen fýra mál, Ásleyg Súnadóttir trý mál, Beinta L. Hansen og Karin Midjord tvey mál hvør, og Beinta Bárðardóttir skoraði eitt mál.

 

Tóra Eliasen gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni við sjey málum. Sonja Sirdal skoraði fimm mál, Mina Sirdal trý mál, Judith Dam Jacobsen tvey mál, og Óluva Joensen og Kristina Poulsen skoraðu eitt mál hvør.

 

Komandi sunnudag klokkan 15 tekur Stjørnan ímóti H71. Sunnudagin klokkan 14 spælir Kyndil á Skála ímóti StÌF. FM1 sigur frá dystinum í Vestmanna millum VÍF og Neistan. Tann dysturin byrjar klokkan 14. 

 

Nú er lagt upp til eina harða og spennandi kapping millum VÍF, H71, Neistan og Kyndil um FM-finaluplássini. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF92521975514
 H7192402152513
 NEISTIN92071901711
 KYNDIL9202216-1410
 STJØRNAN9197221-245
 STÍF9169228-591