Neistin hevur í dag helst mist týðandi fet í stríðnum um at spæla seg í FM-finaluna. Eftir vánaligt avrik máttu teir lúta 25-31 fyri botnliðnum, arvafíggindunum úr Kyndli.
Liðini fylgdust bara eina løtu, og so rann Kyndil avstað og legði seg skjótt á odda 9-6. Ungir mans sum Oyvind Lützen og Frank Askildsen hildu rimmar fast og fangaðu annars illa skipaðu uppspølini, sum vóru ávegis frá Neistanum. Kyndil gjørdi alt rætt og gagnnýtti eina leysa neistaverju, og sluppu teir grønu til hálvleiks við 15-10-leiðslu.
Mótgongdin gjørdi fullkomiliga av við Neistan, sum ikki dugdi at finna svarini, og frá byrjan í seinna hálvleiki helt Kyndil fram við at økja. Eina løtu vóru teir á odda 23-15. Neistin minkaði niður í 26-22, men ov seint var, og tá ið Andrias Sólsker fekk mál í at kalla hvørjari einastu skotroynd, kundi Kyndil fara til hús við 31-25-sigri og harvið geva Neistanum, sum ikki í eitt sekund líktist einum avbjóðara til FM, ein smeit í stríðnum at røkka hesum.
Kyndil lyftir seg við sigrinum upp á seks stig, men liggja framvegis einsamallir aftastir við tveimum stigum upp til Team Klaksvík. Um VÍF megnar at vinna á H71 í dysti, sum byrjar kl.18 í Hoyvíkshøllini, liggja teir einsamallir á 2. plássi.