1. deild kvinnur:
Kyndil-Stjørnan 31-17
Stjørnan fekk ikki blíða viðferð, tá liðið vitjaði Kyndil í høllini á Hálsi leygardagin.
Bæði Kyndil og Stjørnan taptu í fyrsta umfari, og vóru tí svong eftir at fáa stig. Kyndil hevur fyrireikað seg væl til kappingina, tær hava verið uttanlands, og tær hava fingið nýggjar spælarar á liðið.
Stjørnan, sum slapp sær undan niðurflyting í fjør, tapti tepurt móti VB seinasta vikuskiftið, men hesaferð vóru tær fullkomiliga við undirlutan.
Kyndlaliðið gjørdi heili 31 mál í dystinum, meðan Klaksvíkskvinnurnar bert fingu 17.
Kyndil hevur nógvar streingir at spæla uppá, og við skotsterkum spælarum sum Beintu Sørensen, Lotte Sørensen og Ann Hansen á liðnum, er verulig kraft í álopsspælinum, bæði tá brótast skal ígjøgnum og tá skjótast skal úti frá.
Hetta kom eisini til sjóndar móti Stjørnuni, men ofta høvdu tær lætt spæl, tí í seinna hálvleii, tá munurin var vorðin stórur millum liðini, trúðu Stjørnuspælararnir ikki uppá tað.
Stjørnan hevru tapt báðar teir fyrstu dystirnar, men enn hevur liðið ikki roynt seg á heimavølli. Tað sleppa tær tvær ferðir á rað nú, tí næsta vikuskifti kemur meistaraliðið Neistin á vitjan í Klaksvík og vikuskiftið eftir er tað GÍ, sum vitjar.
Kyndil hevur nú vunnið ein dyst, og næstu ferð skulu tær royna seg móti GÍ á útivølli.