Dómaratrot forðaði fyri, tá Kyndil skuldi spæla í Vági, men í dag verður dysturin ætlandi avgreiddur.
Kyndil hevur mest sum vissað sær pláss í FM-finaluni, og við einum sigri í dag er støddfrøðin eisini í lagi, soleiðis at tær kunnu byrja at hugsa um finalufyrireikingar. Somuleiðis er ein sigur fortreytin fyri at halda fast um oddasessin, sum gevur heimavallarfyrimun, um neyðugt verður við trimum finaludystum.
VB hevur størsta partin av árinum verið nummar fýra. Enn hava tær møguleikan at vinna seg fram um Neistan á bronsuplássinum, men so er kravið í dag ein sigur.
Dysturin í Vági byrjar klokkan 15.00.