Kyndilskvinnur hava í dag vunnið greipuna, eftir 28-25 sigur móti VÍF. Fyrr í ár vunnu tær steypafinaluna móti júst VÍF, ið eisini var mótstøðuliðið í FM-finalunum. Í triðju og avgerandi finaluni í Vestmanna í dag mátti longd-leiktíð til, áðrenn vinnarin bleiv funnin.
Mikukvøldið vann VÍF 26-23 í høllini á Hálsi. Í gjár vann Kyndil 24-20 í Vestmanna og tí var neyðugt við eini avgerandi finalu í dag. Og tað bleiv aftur spennandi, tí longd-leiktíð skuldi til. Kyndil hevði munin tað mesta av dystinum, men í seinastu sekundunum av vanligari leiktíð javnaði VÍF til 23-23.
Í longdu-leiktíðini vóru tær grønu úr Havn drúgvari. Tær vunnu longdu-leiktíðina, sum er tvær ferðir fimm minuttir, við. Sostatt bleiv samlaða úrslitið 28-25 til Kyndil.