Kyndilskvinnur vunnu Lionsbikarið

H71 var á odda við fýra málum í steðginum

Mynd: HSF

Fyrsti kappingardysturin í hondbólti hetta kappingarárið var dysturin um Lionsbikarið millum verandi FM-vinnararnar, H71 og steypavinnararnar, Kyndil. 

 

Kyndil vann stórsteypadystin 35-33 við einum góðum avriki í seinna hálvleiki. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 16-12. Tá sjey minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 27-27. Tá eydnaðist kyndilskvinnum at koma framum 31-28, og síðani 33-29. Tá var ov lítil tíð hjá hoyvíkskvinnum at koma afturíaftur.

 

Hjá H71 var Maria H. Weyhe toppskjútti við 11 málum. Toppskjútti hjá Kyndli var Turið Arge Samuelsen við 10 málum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Mynd: HSF