Í kvøld verður veruligur toppdystur í hondbóltskappingini hjá kvinnum.
Tað er ikki bara tað, at spælt verður um ræðið í høvuðsstaðnum, eitt pláss á ovastu rók í landskappingini er eisini uppá spæl.
Í løtuni liggur Neistin fremst, StÍF hevur eins nógv stig, og tvey stig aftanfyri liggur Kyndil, sum nú kann vísa, at tær hoyra heima heilt har frammi.
? Trýstið liggur á okkum til dystin í kvøld, tí vit eru tvey stig aftanfyri Neistan, og tí mugu vit vinna, skal Neistin ikki fara ov langt frá okkum beinanvegin, sigur Jórun Ludvig, sum er ein av spælarunum á Kyndlaliðnum.
Men vanliga er tað alt annað enn ein løtt uppgáva hjá Kyndli at vinna á Neistanum. Tað hendir sjáldan, og tað hevur so ført við sær, at Neistin hevur fingið yvirtakið í tí psykologiska spælinum eisini.
? Vit skulu venja okkum við at síggja blátt uttan at gerast bangnar. Vanliga vinnur Neistin á okkum, tað eigur næstan bara at verða soleiðis, men nú ætla vit at broyting skal koma í. Vit fara á vøllin í kvøld fyri at vinna, sigur Jórun Ludvig avgjørd.
Kunnu vinna spælt vit upp til okkara besta
Og tað eru mong, sum meta, at Kyndil fyri fyrstu ferð í nógv ár, hevur veruligan møguleika at koppa Neistanum, ikki bara í dystinum í kvøld, men eisini í stríðnum um gullið.
? Jú, vit hava helst eitt betri lið í ár, enn vit hava havt leingi, og vit hava gjørt nógv við venjingina. Vit byrjaðu tíðliga, vóru í Íslandi á venjingarferð, og hava annars gjørt nógv við tað. Vit eiga at hava ein møguleika móti Neistanum í kvøld, sigur Jórun Ludvig.
? Men eg eri ikki samd við teimum, sum siga, at Neistaliðið er viknað nógv í ár, tí tær hava framvegis nógvar frálíka góðar og royndar spælarar, og tí er liðið framvegis líka sterkt, sum tað plagar at vera.
Verjuspælið
verið gott
Eru tað veikleikar á Neistaliðnum, sum tit ætla at útnytta?
? Tað dugi eg ikki at meta um, men eg haldi, at spæla vit upp til okkara besta, so átti tað at verið nóg mikið til at vinna dystin.
Og hvat er serliga styrkin hjá tykkum?
? Í dystinum, sum vit hava spælt higartil, hevur verjuspælið verið gott, og tað hevur verið grundarlagið undir okkara sigrum. Vit hava eisini rímuliga góða skotstyrki úti frá.
? Í fyrsta dystinum, sum var móti StÍF, riggaði verjuspælið hjá okkum ikki serliga væl, og vit taptu eisini tann dystin. Síðani tá hevur gingið nógv betur og vit hava eisini vunnið hvørjaferð síðani.
Í fjør var Kyndil við í toppinum, men óstøðug avrik foraðu fyri, at liðið veruliga kundi gera seg galdandi.
? Skulu vit koma longur fram, enn vit vóru í fjør, so er tað neyðugt, at vit eru meiri støðugar. Higartil hevur tað gingið væl við tí, men í kvøld sleppa vit veruliga at royna okkum, sigur Jórun Ludvig.
Dysturin millum Kyndil og Neistan verður í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld klokkan 18.30.