Kynsligur ágangur ímóti børnum: Fara eitt stig víðari

Løgtingið fer at gera lógina strangari enn Jenis av Rana ætlaði

Í næstu viku fer Løgtingið at samtykkja, at fólk, sum eru dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum, skulu ikki sleppa at hava størv, ella røkja aðrar uppgávur, har tey hava við børn og ung at gera. Hetta er eitt uppskot, Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, legði fyri Løgtingið fyri meiri enn tveimum mánaðum síðani og tað kemur í gildið nú 1. mai.

Eftir uppskotinum skulu tey, sum hava við børn og ung undir 15 ár at gera, hava eina reina barnaváttan sum vísir, at tey ikki hava verið uppi í málum um kynsligan ágang ímóti børnum. Men lógin, sum Løgtingið fer at samtykkja í næstu viku, verður upp aftur strangari enn hvat Jenis av Rana ætlaði at hon skuldi vera.

Eftir uppskotinum frá Jenisi av Rana, skuldi tað ikki vera beinleiðis forboð fyri at seta fólk í starv, hóast tey ikki høvdu reina barnaváttan. Ákæruvaldið hevði mælt frá at seta eitt slíkt forboð í gildið, tí í summum førum kann tað raka órímiliga hart.

Eitt dømi er, at ein 15 ára gomul genta og ein drongur, sum er beint undir 15 ár, hava samlegu, og foreldrini at dronginum melda málið til løgregluna. Samlega við barn undir 15 ár, er ólóglig, og í slíkum førum hevði eitt forboð ført við sær, at gentan, í minsta lagi í 10, ár ikki hevði sloppið at arbeitt við nøkrum, har hon hevur við børn og ung undir 15 ár at gera.

Tað eru neyvan nógv, ið halda, at ein 15 ára gomul genta er pedofil, tí hon hevur havt samlegu við sjeikin, ið er beint undir 15 ár, tá ið bæði hava givið sítt samtykki til samleguna. Men avleiðingin hevði verið, at hon hevði ikki kunnað farið í starvsvenjing í sambandi við útbúgving sum námsfrøðingur ella lærari. Hon hevði heldur ikki kunnað verið ítróttavenjari, ella arbeitt sum hjálparfólk á einum dagstovni, segði landsstýrismaðurin.

– Tískil verður mett, at summi brot eru í linara endanum, og tí kann tað vera í so ógvusligt at seta eitt beinleiðis forboð móti at seta fólk í starv, sum ikki hevur reina barnaváttan, sigur Jenis av Rana. Tískil skuldi tað vera arbeiðsgevarin, sum skuldi meta um støðuna í hvørjum einstøkum føri.

Mentanarnevndin hjá Løgtinginum heldur ikki at tað er nøktandi, at arbeiðsgevarin skal meta um hetta í hvørjum einstøkum føri. Tey siga, at eftir hesum kann ein, sum er dømdur fyri pedofili, verða settur í starv ella settur sum venjari, leiðari á summarlegum o.s.fr.

Mentanarnevndin heldur ikki, at hetta er nóg góð trygd fyri, at vissa fyri, at ongin verður settur í starv, sum ikki átti at verið settur í starv.

Mentanarnendin dugir ikki at síggja, at tað nakrantíð kann vera skynsamt at seta eitt fólk í starv, sum hevur framt kynsligan ágang, tí týdningurin av at verja børnini, er størri enn nakað annað. Tí vilja tey hava Løgtingið at herða uppskotið hjá Jenisi av Rana. Tey siga, at, sum heild, skal vera ólógligt at seta fólk, sum eru dømd fyri kynsligt brotsverk, í starv - og tey skulu heldur ikki kunna fáa uppgávur, har tey hava við børn og ung at gera.

Kortini kunnu frávik gerast, men tað er bara í einum einstøkum føri. Og tað er har aldursmunurin er sera lítil, tí í summum førum kann tað í ávísum førum, metast at vera linnandi umstøður, sigur mentanarnevndin hjá Løgtinginum.