Kynsligur ágangur má ongantíð góðtakast

Tað, sum eyðkennir júst hetta slagið av harðskapi er, at hann er serliga svárur og ringur at tosa um

- Tað er týdningarmikið, at almennu Føroyar viðurkenna, at tað er ein samfelagsliga ábyrgd at basa kynsligum ágangi.

Tað segði Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Í morgun hevur hon lagt eina frágreiðing fyri løgtingið, sum løgtingslimir skulu hava aðalorðaskifti um týsdagin.

 

- Tað er týdningarmikið, at vit sum samfelag tora at seta orð á evnið, tí eitt, sum eyðkennir júst hetta slagið av harðskapi ella ágangi er, at hann er so serliga svárur og trupul at tosa um, sigur hon.

- Ágangurin fer fram í loyndum, og nógv eru tey, sum fara í grøvina við sínum loyndarmáli.

 

- Kanska vórðu tey hótt við, at okkurt ræðuligt skuldi henda, søgdu tey nøkrum frá tí, sum var teimum fyri ella kanska vóru tey góð við hann ella hana, sum framdi ágangin. - Og kanska vóru hendingarnar so ræðuligar, at tær snøgt sagt vórðu pakkaðar burtur í undirvitskuna.

Ein heildarætlan er nú gjørt um kynsligan ágang og í henni verður mælt til at seta átta ítøkilig átøk í gildi og endamálið við aðalorðaskiftinum er at varpa ljós á evnið og at lýsa støðuna í Føroyum, tá talan er um kynsligan ágang.

 

- Kynsligur ágangur skal ongantíð góðtakast, og málið hjá okkum má vera, at í Føroyum skal eingin vera fyri kynsligum ágangi, sigur Annika Olsen.

 

- Vit eiga at senda eini greið boð til teirra, sum fremja henda ágang, at hetta er ikki í lagi og sjálv haldi, eg, at eitt, vit kunnu gera, er at revsa kynsligan ágang, harðari.

 

Hon sigiur, at kostnaðurin av at seta tey átta átøkini í verk, er mettur at 4,8 milliónir krónur íalt, sum skulu játtast hesi næstu trý árini.

- Royndir og kanningar aðrastaðni vísa, at samfelagið sparir henda pening innaftur, sigur hon. Peningur verður spardur í sjúkradøgum, innleggingum, viðgerðum og stuðli av ymsum slag, eins og til serlig átøk innan skúlagátt til børn, sum ikki trívast og tí ikki læra tað, tey eiga.

Tey átta átøkini, sum mælt verður til at seta í verk, eru:

1.Viðgerðartilboð/seinárin

2.Viðgerð til teirra, sum fremja kynsligan ágang

3.Almenn kunning

4.Kynsligur ágangur á netinum – trygd á netinum

5.Tilbúgvingarætlan á stovnum/skúlum ( hvussu bera starvsfólk seg at, tá ið mál um kynsligan ágang stinga seg upp?)

6.Átøk, sum venda sær til fólk/felagsskapir, sum fáast við børn í frítíðini (skótar, ítróttur, sunnudagsskúlar, v.m.)

7.Javnbjóðis møguleikar – fólk við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum.

8.Kunning til foreldur/børn.