Kynsligur ágangur: Vit skulu biðja um umbering

Myndugleikarnir í Føroyum hava svikið børn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi

Tey, sum hava verið fyri kynsligum ágangi í sínum uppvøkstri, eiga at fáa eina umbering frá føroysku myndugleikunum.

 

Tað heldur Rósa Samuelsen, sum er talskvinna fyri Sambandsflokkin í almannamálum.

 

- Tað eru tíverri nógv, sum hava verið fyri kynsligum ágangi í sínum uppvøkstri, uttan at tey hava fingið hjálp, sigur hon.

- Teirra fatan er, at samfelagið hevur svikið tey, leggur hon afturat.

Hon hevur lagt fram eitt upprit um, hvørji mál, Sambandsflokkurin eigur raðfesta á almannaøkinum og í hesum sambandi hugsar hon eisini um tey, sum hava verið fyri kynslum ágangi í sínum uppvøkstri.

Hon sigur, at tað skal undir ongum umstøðum góðtakast, at tað eru fólk í okkara samfelag, sum hava verið fyri slíkum ágangi.

 

Hon vísir á, at avleiðingarnar av kynsligum ágangi eru ógvusligar og skaðiligar, ikki bara fyri tann einstaka, ið hevur verið fyri áganginum, men eisini fyri familjuna í longdini

 

- Tað minsta, vit, sum myndugleikar, mugu gera, er at biðja um umbering fyri, at fólk eru svikin, staðfestir Rósa Samuelsen

 

Hon sigur, at nyndugleikarnir mugu eisini sum skjótast bøta um støðuna.

Eitt stig á leiðini er at strika aldursmarkið fyri at veita hesum fólkum sálarliga viðgerð, samstundis sum vit alsamt mugu halda fram við arbeiðnum at styrkja viðgerðirnar fyri sein­árinum.

 

Hon sigur, at sum støðan er nú, hava tey, sum eru eldri enn 27 ár, ikki rætt til sálarfrøðiliga viðgerð og tað heldur hon er sera óheppið.

 

- Tað vísir seg, at reaktiónirnar koma oftani eftir, at fólk eru vorðin tilkomin. Hevur annað av foreldrunum trupulleikar, rakar tað børnini og hjúna­lagið, og kann fáa stórar persónligar avleiðingar.

 

- So fáa tey, sum hava verið fyri kynsligum ágangi í uppvøkstrinum ikki viðgerð, veksa trupulleikarnir í vavi til ikki bara at fevna um tey, sum sjálvi eru rakt, men til at raka alla familjuna og samfelagið annars sigur Rósa  Samuelsen. 

Annars vísir hon á, at ábøtur eru gjørdar á lógina um barnavernd og í hesum sambandi er fráboðanarskyldan herd táið illgruni er um at børn eru fyri ágangi og umsorganarsviki annars.

Eisini er Barnahús sett á stovn, har øll tilbúgvingin í samband við børn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, er savnað á einum stað, so at børnini sleppa undan at ferðast frá einum myndugleika til annan.