Kypros kiksaði

Ísrael vann í Nicosia og hevur framvegis góðan møguleika at røkka HM endaspælinum fyri fyrstu ferð nakrantíð

HM UNDANKAPPING

Sæð við føroyskum eygum hevði tað serligan áhuga, tá ið Kypros mikukvøldið hevði vitjan av Ísrael í HM undankappingini. Grannauppgerðin av á sama leikvøllinum í Nicosia, har Føroyar og Kypros í oktober spældu 2-2.
Ísrael legði seg á odda í 1. hálvleiki, men í síðstu løtu undan steðginum javnaði heimaliðið. Í 2. hálvleiki trýsti Kypros góða løtu fyri at fáa sigursmálið. Tá ið tað restaði eitt korter fingu teir so góðan møguleika, sum tað ber til. Men ísraelski málverjin bjargaði framúr væl, tá ið Kypros hevði møguleikan upp á brotsspark. Í síðstu løtu fekk Ísrael sigursmálið, og tað var næstan eingin endi á, so fegnir vóru teir.
Í HM undankappingarbólki 4 er Ísrael heilt væl fyri. Teir vunnu í september heimadystin móti Ísrael 2-1. Saman við Írlandi og Fraklandi er Ísrael á odda í bólkinum við átta stigum. Harvið er framvegis góður møguleiki fyri, at Ísrael fyri fyrstu ferð nakrantíð skal røkka í HM endaspælið, sum í 2006 verður í Týsklandi.
Sveis hevur fimm stig, og Kypros og Føroyar hava eitt stig í part.
Næsta ár skulu Ísrael og Føroyar spæla tvær ferðir, og Kypros, sum eins og Føroyar bara hevur fingið eina stigið í 2-2 javnleikinum móti Føroyum, skulu hittast eina ferð. Føroyar taka ímóti Kypros 17. august, og Ísrael skal vitja í Føroyum 7. september. 8. oktober skulu føroyingar spæla í Ísrael.