Í morgun eydnaðist tað turkisku bjargingarliðunum at bjarga einum 12 ára gomlum drongi, sum hevði ligið undir húsaleivdunum síðani jaðskjálvtan seinasta sunnudag.
Ein talsmaður fyri bjargingartænastuna sigur, at tað er eitt undur, at drongurin er á lívi eftir at hava ligið 108 tímar undir húsaleivdunum. Sum skilst hevði drongurin fingið skaða, men meiri verður ikki sagt um hann.
Jarðskjálvtin, sum var har eysturi í Turkalandi, var 7,2 á Richterstiganum, og síðani hava bjargingarfólk arbeitt dag og nátt við at leita eftir fólki undir teimum rapaðu húsunum. Myndugleikarnir siga, at 185 fólk eru bjargað á lívi, og at 534 eru funnin deyð. Umleið 1.650 fólk hava fingið skaða.