Lógarritið gongur nýggjar leiðir

Føroyskt Lógarrit víðkar um virksemið og er nú bæði at finna á internetinum og sum bókaútgevari.

Vit noyðast at tulka lógirnar hjá okkum sjálvum, og er hetta ein av orsøkunum til útgávurnar, siga útgevararnir. Í summar verður lógarritið vertur fyri skeiði, har eini 50 fólk úr norðurlondum koma hendanvegin

Theodor E. D. Olsen

 
 
 
- Hetta er ikki eitt smalt evni. Vit lesa jú um løgfrøðiligar avgerðir hvønn dag í fjølmiðlunum.
Virkisfýsnið og eldhugin var ikki at fara at skeivur, tá Føroyskt Lógarrit skipaði fyri tíðindafundi í morgun. Ikki tí, áhugin frá fjølmiðlunum var so sum so, men tað vóru tveir engasjeraðir frøðingar, Kári á Rógvi og Rúni Rasmussen, sum greiddu frá, at Lógarritið, sum hevur seks ár á baki, nú er at finna á internetinum.
Kári á Rógvi, ritstjóri, greiddi frá, at arbeiðið við ritinum byrjaði í sambandi við grundlógarsmíðið. Hildið varð, at ov fáar løgfrøðiligar keldur funnust á føroyskum. Løgfrøðiligar keldur, ið m.a. verða nýttar sum grundarlag, tá løgfrøðiligar avgerðir skulu takast, eru ikki bert lógir, men eisini løgfrøðiligar bókmentir, og hesum var tað lítið og einki av á føroyskum.
Og tað kann vera ein trupulleiki.
 
<B STRONG evni< “jarðbundin” normal"$?$end$!$Eisini>

Eisini “jarðbundin” evni<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


 
- Løgfrøðingar her hjá okkum eru upplærdir við, at teir hyggja í lærubøkurnar, men einki er um hetta á føroyskum ella um føroysk fordømi. Eingin tulkar lógirnar, sum eru samtyktar, sigur Kári á Rógvi, ið sipar  til, at donsk og føroysk lóg førkar seg alt meira burtur frá hvørjari aðrari, av tí danska lógarverkið gerst alt meira ávirkað av ES.
Kári á Rógvi og Rúni Rasmussen viðganga, at hóast seks árgangir nú eru útgivnir við Føroyskum Lógarriti, er enn talan um eina ikki serliga langan lista við evnum. Men um nøkur ár vóna teir, at listin verður longri. Og tað meta teir verða neyðugt. Teir nevna t.d. dømi um gerðarrætt ella foreldramyndugleika, har føroyingar hava tosað um at fáa nýggjar lógir, og tá kann vera hent at síggja, hvat køn fólk hava skrivað um evnini.
Teir leggja eisini afturat, at teir vóna at fáa fleiri fólk, sum t.d. advokatar, ið kenna trupulleikarnar frá tí praktiska arbeiðinum.
- Tað nýtast ikki altíð at vera landvinningar, sigur Kári á Rógvi, ið heldur, at advokatarnir kanska eru í so trekir at fáa at skriva um løgfrøðilig problem, av tí teir altíð vilja hava, tað skal “vera so gott”, sum hann tekur til.
- T.d. hava vit ikki viðgjørt, hvat mismunur, sigur Kári á Rógvi.
Høvuðstilfarið hevur verið um stjórnarmál ella statsrætt, men útgevararnir siga seg eisini ynskja metingar um meira “jarðbundin” evni sum t.d. arbeiðsrætt og avskrivingar.
 
<B STRONG normal"$?$end$!$Undirvísingartilfar<>

Undirvísingartilfar<o:p></o:p>


 
Føroyskt Lógarrit hevur seinastu tíðina valt at ganga nýggjar leiðir. M.a. stendur lógarritið ikki longur einsamalt á útgávulistanum. Herfyri vórðu allar løgmansrøðurnar frá 1986 til 2006 givnar út í tjúkkari bók.
Spurdir, um Føroyskt Lógarrit nú er vorðið eitt forlag, siga teir, at eru við at blíva tað.
- Okkara útgávur eru nógv grundaðar á serritgerðir. Tað føroyska máløkið er lítið, so vit hava fingið góðan stuðul, men ritini bera seg næstan sjálv.
Lógarrit hevur eini 300 limir og umleið 500 eintøk verða prentað hvørja ferð av ritinum.
Sjálvir halda teir, at ein bók sum t.d. tann við løgmansrøðunum er uppløgd at brúka sum undirvísingartilfar.
Føroyskt Lógarrit er nevniliga ikki bara fyri løgfrøðingar. Eisini stjórnmálafrøðingar eru við í arbeiðnum, sum t. d. Rúni Rasmussen, og eisini hava søgufrøðingar skrivað greinir til ritið. Harafturat er pláss givið fyri greinum hjá løgtingslimum. M.a. hevur Johan Dahl skrivað um Hoyvíkstilgongdina, Finnbogi Ísakson, sáli, um Føroyar og ta donsku grundlógina, og Vilhelm Johannesen um landsstýrismenn.
Sostatt er bæði talan um greinir frá serfrøðingum við nógvum notum og greinir við ongum notum, og útgevararnir útihýsa ikki polemiskum, um tær bara eru væl úr hondum greiddar.
Spurdir, um tað er torført at skriva um júst tað løgfrøðiliga økið á føroyskum, sigur Kári á Rógvi, at tað heldur hann ikki.
- Tað er ein avbjóðing, men ikki trupult, tí føroyskt egnar seg væl.
Hann greiðir frá, at í grundlógar- og stjórnarskipanararbeiðnum er tað gamla norrøna málið nýtt sum íblástur, tí hetta varð nógv nýtt til lógarmál.
- Føroyskur tekstur fellur betur enn teir donsku, tí danskt er nógv ávirkað av týskum, sum er nógv ávirkað av týskum við nógvum innskotnum setningum, sigur Kári á Rógvi og leggur afturat, hvussu týdningarmikið tað er at nýta sagnorð  heldur enn navnorð.
Løgfrøðingurin Sigurð Joensen, sáli, gjørdi ein løgfrøðiligan orðalista. Hesum listanum verður latið væl at, men hann var umsettur úr donskum, og avbjóðingin í dag er sambært Kára á Rógvi at gera ein føroyskan lista við hugtøkum úr føroyskari lóg. Hann veit um dømi, har hugtøk eru umsett við ymiskum heitum, og tí er týdningarmikoð at fáa hetta í listan.
- Málið verður ymist og óumhugsað, um tað altíð verður beinleiðis umsett, sigur hann, og tí er neyðugt at fáa hetta í rættlag.
Nú hevur Føroyskt Lógarrit so aftur víðkað um sítt virksemið so til ber at frætta nýtt í tykisrúmdini – cyberspace- um virksemið hjá teimum.
- Hetta er meira eitt slag av dátugrunni enn tíðindasíðu, sigur Rúni Rasmussen. Tíðindi um lógarritið kunnu tó eisini lesast á síðuni, men ein leitiskipan er eisini, so til ber at leita eftir tilfari og høvundum, sum hava verið at sæð í ritinum millum ár og dag. Harfaturat eru slóðir til áhugað, sum vilja nema sær kunnleika um ymiskar stovnar, ið fáast við løgfrøðilig og politisk viðurskifti úti í heimi.
 
 
<B STRONG Føroya< til fólk normal"$?$end$!$50>

50 fólk til Føroya<o:p></o:p>


 
Í summar verður skipað fyri skeiði fyri fólk, ið skriva Ph.D.-ritgerð. Vanliga skipar svensktmælta universitetið Åbo fyri hesum skeiði, men fyrstu vikuna í juni í ár koma eini 50 fólk ú r m.ø. Finnlandi. Íslandi, Noregi og Danmark  til Føroya til hetta skeið, sum Føroyskt Lógarrit er vertur fyri hesaferð.
Lógarritið fær góða hjálp frá m.ø. universitetunum í Åbo, í Akureyri, mannarættindastovninum í Keypmannahavn og Tórshavnar býráð.
Temað á skeiðinum verður mannarættindi, sum sambært Kára á Rógvi er eitt evni, hvørs støða er nógv broytt seinastu árini. Frá at hava verið eitt heldur ástøðiligt evni, eru mannarættindi vorðin alt meira sjónlig, og dómar eru m.a. falnir um eksklusiv sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum. Sostatt eru fleiri lógir í okkara grannalondum broyttar, so tær hóska til hesar dómar, og tey ymisku parlamentini smíða eisini alt fleiri lógir, sum skulu samsvara við mannarættindini, so sum dómstólarnir krevja, tey skulu vera.
Hildið verður, at av tí at hetta eru ungfólk, sum væntandi fara at granska og vitja ráðstevnur fleiri áratíggju fram í tíðina, kann eitt slíkt skeið, um tað eydnast væl, fáa positiva ávirkan á Føroyar sum vertur fyri altjóða kongressum.