Lýggir og vátir dagar fyri framman

Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein útnyrðing. Tilhoyrandi brúgvaløg við regni fara komandi døgnið at liggja yvir Føroyum. Mikudagin økist trýstið yvir Føroyum, og tað verður sum frá líður meiri støðugt, men um vikuskiftið koma brúgvaløg við regni og ælaveðri inn yvir landið av suðri.

 

Í dag

Andøvsgul upp up í ein strúk av vindi av landsynningi og suðri, sum um kvøldið snarar í ein útsynning og eitt skifti kanska verður upp í hvassan vind. Framvegis skýggjað og stundum regn. Í nátt verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Sum frá líður verður samdrigið og ælaveður. Hitin millum 8 og 11 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar nakað og móti nátt verður lot til andøvsgul, undir 8 m/s. Samdrigið og ælaveður, men út á dagin yvirhøvur turt og klárt. Hitin um 10 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av suðri, undir 8 m/s, sum út á dagin hækkar í ein eystan, seinni landnyrðing. Sólglottar og okkurt æl. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.

 

Fríggjadagin

Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum um náttina lækkar í ein eystan og verður lot til andøvsgul, undir 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 6 og 10 stig.