Fótbóltur
Eftir tvær úrslitaleysar royndir bragdaði aftur hjá VB sunnudagin. EB/Streymur var komið á vitjan, og tó at bæði liðini vóru stødd miðskeiðis á stigatalvuni, so duldi hvørgin parturin fyri, at tey høvdu ynski um at lyfta sær nakað á.
Gestirnir omaná
Tað var EB/Streymur, sum byrjaði dystin betri. Hugburðurin hjá gestunum var nakað væl betri enn tað, sum vertirnir sýndu, og fleiri ferðir høvdu teir eisini hug at koma heilt tætt málinum hjá VB, uttan at nakar veruligur opin møguleiki tó spurdist burturúr.
VB hinvegin tóktist frá byrjan als ikki til reiðar til uppgávuna. Vanligi stríðssinnaði hugburðurin hjá heimaliðnum, var als ikki til staðar. Teir taptu flestu nærdystirnar, og tá teir komu á odda, var hetta als ikki í tráð við spælbýtið.
Unglingaleikarin, Poul N. Poulsen, sum undan hesum als ikki hevur skorað í bestu deildini, royndi seg við langskoti. Skotið skuldi ikki givið Gunnari á Steig nakrar serligar trupulleikar, men tað varð avrættað á vegnum, og so var málverjin púrasta prísgivin.
Gestirnir hildu tó fast um sítt trýst móti VB málinum. Vanliga so væl skipaða VB-verjan sá í løtum ógvuliga tunn út, og eftir góðum hálvum tíma eydnaðist eisini gestunum at javna. Bárður Olsen tóm ímóti bóltinum stutt uttan fyri brotsteigin, og róliga mest sum legði hann bóltin framvið Bjarna í VB-málinum.
Barnamistak
Í seinna hálvleiki var býtið av spælinum nakað javnari. Fyrst og fremst tí vágbingarnir nú høvdu ásanna, at teir helst einki fóru at fáa við sær, um avrikið var tað sama, sum fyri steðgin.
Opnu møguleikarnir lótu tó framvegis bíða eftir sær, men móti dystarenda kom av álvara lív í. Sonni L. Petersen hjá EB/Streymi hevði júst havt eitt skot á stólpan hjá Bjarna Johansen, men vágbingarnir sluppu við skrekkinum, og so høvdu teir eisini yvirskotið til leita sær sigursmálið.
Jón Pauli Olsen gjørdi skjótt av, at tá leikararnir hjá EB/Streymi royndu at mótmæla frísparksdómi. Úrslitið var, at markeringarnar í feltinum als ikki vóru komnar upp á pláss, tá bólturin kom innfyri, og so kundi Poul N. Poulsen við sínum næsta fyrstudeildarmáli gerast stóra hetjan, meðan teir hjá EB/Streymi kundu iðra seg. Teir høvdu gjørt eitt av elstu mistøkunum í spælinum, og tað vórðu teir eisini revsaðir fyri.
Europeiskir tankar
Soleiðis sum úrslitini lagaðu seg, so fekk VB við sigrinum lyft seg tvey pláss upp á talvuni, og tað er nokk alt annað enn óhugsandi, at teir skulu koma enn nærri toppinum.
Komandi dystirnir eru móti teimum báðum niðastu liðunu, ÍF og B68, og megna vágbingar at fáa fult her, samstundis sum onkur av kappingarneytunum snávar, fer tað av álvara at síggja heilt spennandi út hjá europeiska fótbóltinum í Vági, har tað higartil eru skrivaðir tveir kapitlar.
Hjá EB/Streymi bendir alt hinvegin á, at støðan fyri tað heilt nógv skal vera tann sama, sum hon var í fjør. Tá hótti EB/Streymur fleiri ferðir við at melda seg inn í heiðursmerkjastríðið, men hvørja teir av álvara skuldu prógva sítt virði her, snávaðu teir. Spurningurin er so, hvørt teir fáa reist seg, tá GÍ kemur á vitjan komandi vikuskifti.