- Løgið at vinna GBOB

Tað er ikki hvønn dag at føroyskir bólkar vinna eina stóra heimsumfatandi tónleikakapping. Tað hendi í gjárkvøldið, tá Boys in a Band vunnu Global Battel of the Bands. – Hetta er ein løgin kensla, sigur bassleikarin Símun Skorastein úr Leirvík.

London: - Nú er dreymurin umsíðir vorðin veruleiki!, staðfestir Símun í telefonini eftir ótrúliga sigurin í gjárkvøldið.

Millum 15 aðrar bólkar í finaluni var full semja um, at tann føroyski bólkurin gjørdist vinnarin í hesi kappingini sum so mong tónleikaeygu eru vend ímóti.

Teir høvdu als ikki væntað at vinna hesa kappingina, men tað gjørdist kortini úrslitið, tá kappingin var liðug.

- Nei, vit høvdu sjálvandi altíð eina vón um at vinna, men væntaðu tað als ikki. Tú veit, - har eru so nógvir aðrir góðir bólkar, og hvussu skuldu vit klára okkum ímóti teimum?!, sigur Símun.

Teir fimm í bólkinum spældu sína lívs framførslu og líkt er til at hetta hóvaði teimum umleið 300 áhoyrarunum í Camden Electric Ballroom í London.

Símun hevur eisini sína frágreiðing um, hví júst tann føroyski bólkurin vann: - Vit hava gjørt nøkur ordiliga góð løg, og eg haldi eisini at tað riggaði ómetaliga væl at framføra tey í gjárkvøldið.

- Tað gekk ordiliga væl, og alt gekk sum tað skuldi, staðfestir vinnandi bassleikarin.


Sterkastur í Føroyum og í heiminum

Teir 15 bólkarnir kappaðust í gjárkvøldið í heimsfinaluni í Global Battle of the Bands í fyrsta lagi um heiðurin at gerast »Heimsins besti nýggi bólkur«. Umframt henda heiðurin fær vinnandi bólkurin 100.000 dollarar og eina heimsumfatandi konsertferð.

Føroyski bólkurin Boys in a Band streik avstað við fyrsta plássinum, meðan amerikansku Jetstream fingu annað plássið og Moja úr Japan gjørdust nummar trý.

Tað byrjaði fyrr í árinum, tá bólkar úr 38 tjóðum skuldu finna tann sterkasta bólkin í landinum at senda til London.

Í oktober komu føroyingar fram til, at Boys in a Band var sterkasti føroyski bólkurin og í gjárkvøldið varð so staðfest, at bólkurin eisini er »Heimsins besti nýggi bólkur«.


Nýggir møguleikar

Fyri góðum ári síðani komu Boys in a Band brakandi inn á føroyska tónleikapallin. Øll, sum høvdu oyru at hoyra við, vistu, at her var talan um okkurt heilt serligt, ið kundi gerast stórt.

Farna árið hevur einans prógvað hetta faktum: Teir hava spælt á SPOT, Nibe, Roskilde Festival, G! Festival og Iceland Airwaves. Og í næstum skulu teir á Canadian Music Week, South by Southwest (heimsins størsti showcase festivalur í Texas, USA) og á By:Larm í Noregi.

Og nú runda teir eydnuríka árið av við einum fyrsta plássi í heimsfinaluni í GBOB, áðrenn teir í komandi ári fara út á eina heimsumfatandi konsertferð.

- Heiðurin sum »Heimsins besti nýggi bólkur« kann gerast eitt tað mest avgerandi startskotið hjá einum føroyskum bólki yvirhøvur at fáa altjóða gjøgnumbrot.

- Hetta gevur Boys in a Band heilt nýggjar møguleikar, ja, møguleikar, sum fáur tónleikari her á landi áður hevur fingið latið upp í hendur, verður sagt.


Trúðu tí ikki

Sum tónleikarar hava teir í bólkinum uttan iva tosað um, at tað hevði verið stuttligt at sloppið á eina konsertferð út í heim.

Eitt er at spæla í Føroyum, men at sleppa at spæla fyri einum heilt øðrum skara av fólki, er helst bert ein dreymur sum er untur teimum fáu.

Hetta sleppa teir í Boys in a Band nú. Ikki nokk við tað, hava teir vunnið sær 100.000 dollarar og henda ótrúliga heiðurin sum heimsins besti bólkur. Nú tað umsíðir eydnaðist teimum at gera dreymin til veruleika, kom tað púra óvart á teir allar.

- Ja, tað var ræðuliga løgið. Tað gekk faktiskt rættiliga long tíð – næstan ein tími! - áðrenn vit fangaðu tað, at tað vóru vit sum høvdu vunnið.

- Tá tað so gekk upp fyri okkum, var tað ein ótrúliga góð kensla, sigur Símun.




GBOB úrslit 2007:

1. Boys in a Band, Føroyar

2. Jetstream, USA

3. Mojo, Japan

4. Atmasfera, Ukraine

5. A Key Is A Key, Danmark

6. Cliff Clavin, Ísland





GBOB tónleikarar

Heini Niclasen

Heri Schwartz

Pætur Zachariassen

Rógvi Lamhauge

Símun Skorastein (Choirboy)