Lági fiskaprísurin rekur skipini av landinum

Trolbáturin, Búgvin av Toftum, er á veg niður til Scrabster við 40.000 pundum av toski.
- Vit vóna at fáa 3-4 krónur meira fyri kilo, enn um vit høvdu selt fiskin í Føroyum, sigur Theodor Poulsen.

Seinastu tíðina eru fiskaprísirnir lækkaðir nógv, og hetta hevur ført til, at skip eru farin at hyggja út um landoddarnar eftir, hvussu prísirnir eru har.

Trolbáturin, Búgvin av Toftum, er ein teirra, sum fyrr í vikuni setti kós móti Scrabster í Skotlandi. Teir høvdu fulla last, 40.000 pund, meginparturin toskur. Búgvin royndi einar 5?6 dagar; so teir hava havt góðan fiskiskap.
Tað er smápartafelagið, Nuna, sum eigur trolbátin, og ein av eigarunum er Theodor Poulsen.
? Meginparturin av veiðini hjá Búgvanum hendan túrin er toskur 3 og 4, og hetta skuldi verið bestur fiskur til fish & chips.
Theodor vísir á, at prísurin á toski í Føroyum er lágur í mun til, hvat hann hevur verið, og vóna teir at fáa einar 3?4 krónur meira fyri kilo av tí runda fiskinum í Skotlandi, enn teir høvdu fingið í Føroyum.
? Men tá ið tú selir á uppboðssølu, er ógjørligt at siga frammanundan, hvussu sølan verður, tí hetta veldst í fyrsta lagi um, hvussu marknaðarstøðan er júst tá. Vit hava tó vónir um eina hampiliga sølu í Scrabster, sigur hann.

Fiskaprísurin
Theodor sigur, at versnaði fiskaprísurin í Føroyum í seinastuni er orsøkin til, at Búgvin ger eina roynd at fara uttanlands við hesi lastini.
? Nógvur fiskur hevur verið og er framvegis á føroyska marknaðinum, og fiskaprísurin er fallin hareftir.
Hann heldur tó ikki, at nøkur orsøk er til at stúra.
? Fiskaprísirnir hava annars verið so serstakliga góðir. Vit hava fingið 3-4
ferðir so nógv fyri fiskin, sum vit fingu fyri nøkrum árum síðan. At prísurin kavar, nú so nógvur fiskur er á marknaðinum, taka vit ikki so tungt. Vit vóna bara, at hann kemur uppaftur á nøkulunda tað støði, hann hevur verið í seinastuni.
Theodor Poulsen vísir annars á, at veðurlagið hevur verið ógvuliga skiftandi í
hesum árinum; tí hevur meira at kalla bara verið roynandi í løtum.
? Men tað ger góðan mun, tá ið onkur góður túrur er ímillum sum í hesum førinum, nú Búgvin er fullur. Hetta er nógv tann besti túrurin hjá okkum í ár, sigur hann.

Góðar sølur
Búgvin gjørdi annars ein sera góðan túr í desember; tá seldu teir fyri 535.000 krónur, og tað er næstbesti túrurin hjá teimum yvirhøvur. Besta túrin gjørdu teir fyri góðum tveimum árum síðan, tá ið teir seldu fyri 640.000 krónur. Í báðum førum høvdu teir eini 20.000-25.000 pund av havtasku umframt tosk, sum teir eisini fingu nógv fyri.