Løgin avgerð at strika tunnilin

Bjørn Kalsø vil ikki afturvísa, at avgerðin hjá samgonguni um at strika tunnilin Norður um Fjall, verður broytt aftur í fíggjarnevndini

- Hevur samgongan gjørt av útseta tunnilin Norður um Fjall, er tað ein løgin avgerð.

Tað heldur Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin.

Sum tað sæst í øðrum greinum her í blaðnum, er samgongan samd um at útseta allar tunnilsætlanir á fíggjarlógini fyri næsta ár, bæði Sandoyartunnilin og tunnilin Norður um Fjall.

Bjørn Kalsø hevur vitað, at togarí hevur verið í samgonguni um íløgur og at tunnilin Norður um Fjall var ein íløga, sum samgongan telvaði um.

Men tá ið vit tosaðu við hann í gjárkvøldið var hann ikki greiður yvir, at semja nú er um at strika tunnilin norður um Fjall.

- Hetta er ikki nakað, sum er lagt fyri meg, staðfestir hann.

Og sum støðan er nú, vil hann ikki binda seg til at taka undir við, at tunnilin Norður um Fjall verður útsettur.

- Eg vil hava at vita, hvat samgongan so ætlar at seta ístaðin, sigur hann.

Hann vísir á, at arbeiðsloysið í Norðoyggjum er stórt og tí tvíheldur hann, at tað er rætt, at almennar íløgur verða lagdar í økið.

- Tunnlin Norður um Fjall er ein verkætlan, sum er fyrireikað og at kalla klár at fara undir. Verður tann ætlanin útsett, stúri eg fyri, at so verður ikki ein króna løngd niður í Norðoyggjum.


Heldur tunnil enn skriviborðsprojekt

Bjørn Kalsø minnir á, at Landsverk hevur verið fyri hørðum atfinningum, tí hann hevur brúkt so lítið av teimum játtanum, sum eru settar av á fíggjarlógini fyri í ár.

- Landsverk sigur, at orsøkin til tað, er, at t að tekur so langa tíð at fyrireika eina verkætlan.

Tí heldur hann, at tað verður áhugavert síggja, hvørjar ætlanir, samongan ætlar at seta í verk, skuldi niðurstøðan verðið, at tunnilin skal strikast.

Talan hevur verið um gera sjóvinnudepil og trygdarmiðstøð í Klaksvík, men tað kann taka so langa tíð at fyrireika, at onki fer at henda næsta ár.

- Tí er tað skilabetri at halda fast um tunnilin Norður um Fjall, tí tann verkætlanin er klár at fara undir, heldur enn at fara undir verkætlanir, sum kanska ikki koma longur enn á pappírið næsta ár.

- Skriviborðsprojekt skapa ikki nógv arbeiðið og tí veldst um, hvussu ætlanin er at fáa fólk í arbeiði, verður tunnilin strikaður.

Tí vil Bjørn Kalsø ikki afturvísa, at fíggjarnevndin fer at telva seg fram til eitt úrslit, so at tunlarnir kunnu fara ígongd kortini.

Hann er ikki við upp á at seta ætlaða ellis- og røktarheimið í Klaksvík upp ímóti tunlinum, tí tað er hvør sítt.

- Tað er ein játtan, sum landsstýrið hevur og sum kommunurnar søkja um stuðul burtur úr og tað eru fyri so vítt ikki ikki ein íløga, sum skal setast upp ímóti tunlinum, sigur Bjørn Kalsø.

Les eisini greinina: Ongin semja við okkum um at strika tunlar