Á heimasíðuni Sex with humans is boring á elftruths.blogspot.com, roynir unga listakvinnan at savna søgur frá fólki, ið hava havt kynsligt samband við álvum. Verkætlanin verður til eina bók um evnið. Men umfatar eisini eina marknaðarføringsherferð við klistrimerkjum og plakatum, ið skulu reka fólk inn á heimasíðuna. Bókin kemur út í Íslandi í desember, hetta er í tøkum tíma til jólasøluna.