Lógin um almannatrygd samtykt

Løgtingið hevur fyri løtu síðani samtykt lóg um almannatrygd og tænastur.

Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, ið legði uppskotið fyri tingið, og sum eisini varð einmælt samtykt.

– Hetta er ein søguligur dagur og eg eri sera fegin um, at drúgva arbeiðið loksins hevur borið á mál, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Lógin um almannatrygd og tænastur kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960’unum, og hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki longur tíðarhóskandi í einum framkomnum føroyskum samfelag.

– Meginreglan í nýggju lógini er, at støði verður tikið í tí einstaka; hvat hesin megnar, tørvar og ynskir í mun til støðuna, sum hann er í. Tænasturnar skulu veitast saman við borgaranum, heldur enn fyri borgaran, sigur almannamálaráðið um nýggju lógina.

Stórur dentur verður lagdur á at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og at borgarin hevur ávirkan á egin viðurskifti. Hóast fyribils ella varandi brek, skal bera til at liva eitt so vanligt lív, sum gjørligt.

– Nýggja lógin skal tryggja øllum okkara borgarum góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.