Lógin um innflyting av hundum

Hóast lógin um innflyting av kelidjórum, harímillum hundar, tykist greið, so eru hóast alt hol í henni

§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
4) Kamphundur: hundur, sum er aldur og vandur til aggressiva atferð, íroknað t.d. Pitt bull terrier, Tosa og blendingar av hesum sløgum.

§ 3. ...
Stk. 2. Ikki er loyvt at flyta inn ella hava kamphundar.

Stk. 2. Dýraeigari skal síggja til, at eitt heilsuskjal sbr. § 2, 5. pkt., sum er undirskrivað av einum djóralækna og einum embætisdjóralækna í sendaralandinum, fylgir við innflutta dýrinum.
Stk. 3. Heilsuskjalið, nevnt er í stk. 2, skal hava hesar upplýsingar um dýraeigaran og innflutta dýrið:
1)navn, bústað og telefonnummar dýraeigarans í Føroyum og
2)slag, rasu, aldur og kyn á dýrinum og, er talan um hund ella kettu, eisini ID-nummar.

§ 6. Tá dýrið kemur til Føroya, skal dýraeigarin sjálvboðin vísa Heislufrøðiligu stavsstovuni ella tollmyndugleikanum heilsuskjalið.

Stk. 2. Er ivi um gildið á heilsuskjalinum ella um heilsustøðuna hjá dýrinum, ella vantar heilsuskjalið, skal Tolleftirlitið beinanvegin boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá hesum.

Heilsufrðiliga starvsstovan metir so um djórið, og hvat skal henda við tí .