Ólóglig leikaraskifti kunnu fáa ógvusligar avleiðingar

Um leikaraskifti ella venjingar við leikaraskifti fyri eyga fara fram uttanum FIFA-góðkendar leikaraumboðsmenn, kann hetta fáa víttfevandi avleiðingar fyri bæði leikarar og feløg

FIA-reglur


Sum tað hevur verið frammi í føroysku miðlunum, so er B68- og landsliðslleikarin, Fróði Benjaminsen, í løtuni í Danmark, har hann royndarvenur við Silkeborg.
Í Dimmalætting týsdagin verður sagt, at tað er fyrrverandi B68- og komandi HB-venjarin, Frank Skytte, sum hevur fingið royndarvenjingina í lag, og um heilt illa vil til, so kann hetta koma illa við hjá føroyska landsliðsleikaranum.

Ógvusligar avleðingar
Tað er nevnliga so, at FIFA fyri tveimum árum síðani setti í verk nýggja reglugerð viðvíkjandi leikaraskiftum. Í reglugerðini verður staðfest, at tá leikarar skifta felag, ella um leikarar eru í samband við onnur feløg við einum møguligum skifti fyri eyga, skal hetta gerast umvegis ein FIFA-góðkendan leikaraumboðsmann.
Tað vil við øðrum orðum siga, at er tað umvegis Frank Skytte, at Fróði Benjaminsen er komin í samband við Silkeborg, so er hetta greitt í stríð við FIFA-reglugerðirnar. Og í ringasta føri kann hetta fáa avleiðingar fyri bæði leikaran og felagið.
Í grein 1 »Players? Agents Regulations« verður staðfest, at tað ikki er loyvt leikarum og feløgum at nýta aðrar enn góðkendar leikaraumboðsmenn, og síðani verður víst til brotini 16 til 19, har staðfest verður, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa.
Alt eftir, um talan er um innlendis ella millumtjóða leikaraskifti, sum talan er um, eru tað lokala fótbóltssambandið ella FIFA, sum taka støðu til málið, og eftir reglunum eru tríggir møguleikar.
a) Leikarin kann antin fáa eina átalu fyri gerð sína.
b) Leikaranum verður álagt bót upp á í minsta lagi 10.000 sveisarafrankar.
c) Og í ringasta føri verður talan um leikbann, sum kann vera upp til 12 mánaðir.

Sostatt er møguleiki fyri ógvuliga hørðum avleiðingum, fyri leikaran um reglurnar fyri leikaraskiftum ikki verða fylgdar, og fyri innblandaðu feløgini kann talan gerast um ikki minni ógvuslig tiltøk.
Í grein 18-19 verður nevnliga staðfest, at um feløg hava samband við leikarar, uttan at hetta er gjørt ígjøgnum ein altjóða góðkendan umboðsmann, kann hetta fáa fylgjandi avleiðingar:
a) Felagið kann fáa eina átalu fyri gerð sína
b) Ein ella fleiri nevndarlimir kunnu fáa bann fyri at virka í fótbolti
c) Felagnum verður álagt bót upp í minsta lagi CHF 20.000
d) Felagið kann fáa bann fyri at vera partur av nøkrum leikaraskifti í í minsta lagi tríggjar mánaðir
e) Felagið kann verða útihýst frá øllum innlendis og/ella altjóða kappingum. Hartil verða allar avgerðir felagsins, sum stríða við relgurnar fyri leikaraskiftum ógildaðar.

Koma ruðuleikanum til lívs
At FIFA fyri tveimum árum síðani gjørdi av, at nýggjar reglur skuldu setast í gildi, komst av, at tað gjørdust alsamt fleiri trætumál millum leikarar og feløg, har leikararnir beinleiðis vóru í klemmu, tí sáttmálarættindi teirra við skaðum og líknandi ikki vóru nóg góð.
Ofta var tað so, at umboðsmaðurin eina mest hugsaði um, hvussu nógv hesin fekk í sín part, við teirri avleiðing, at tað var so sum so við sjálvum leikaranum. Nýggju reglurnar fáa sjálvsagt ikki forðað fyri, at vánaligir sáttmálar verða gjørdir, men tær staðfesta, at um umboðsmaðurin ikki ger sína skyldu mótvegis leikaranum, kann loyvi at virka verða tikið frá honum, og tað er vandin fyri hesum, sum er trygdin hjá leikaranum.
Tá talan er um umboðsmenn, sum ikki eru góðkendir av FIFA, ber ikki til hjá fótbóltssamgonguni at revsa hesar, uttan so at hetta verður gjørt umvegis sivil rættarmál, og tí eru reglurnar ístaðin skipaðar so, at tað eru feløgini og/ella leikararnir, sum svíða fyri brotum á reglurnar.
Fyri góðum ári síðani varð hampuliga nógv skrivað í donskum miðlum um, hvørjar avleiðingar hetta kundi fáa fyri framtíðar leikaraskifti, eins og keglið millum ymsu leikaraumboðsmenninar gekk dúgliga, men enn hevur eingin staðfesting verið um, hvussu ella hvørt nýggju reglurnar virka.