Ólógligt at lýsa við gomlum prísum á fýrverki

Men tað er einki í vegin fyri at geva avsláttur

Tað er ikki óvanligt, at handlar hava útsølu, har teir lýsa við, hvussu nógv ein vøra kostaði fyrr, og hvussu nógv hon kostar nú.

Men soleiðis hava handlar ikki loyvi at lýsa við fýrverki, tí har eru serligar reglur galdandi, sigur Brúkaraumboðið.

 

Brúkaraumboðið hevur gjørt eina vegleiðing um, hvussu tey sum selja fýrverk, skulu bera seg at.

 

At lýsa við, hvussu nógv, fýrverk kostaði fyrr, er villleiðandi marknaðarføring, sigur Brúkaraumboðið.  Orsøkin er, at tað er bara loyvt at selja fýrverk frá 27. til 31. desember. Men fyri at kunna lýsa við, hvat ein vøra kostaði fyrr, skal vøran hava verið til sølu í minst fýra vikur á rað, áðrenn prísurin verður lækkaður.

 

Hinvegin er einki í vegin fyri at hava pakkatilboð á fýrverki, ella at geva avsláttur. Fyri at nevna eitt dømi, ber væl til hjá teimum, sum selja fýrverk, at lýsa við, at eitt battarí kostar 400 krónurm men at trý battarí kosta 1000 krónur, soleiðis at sparingin verður 200 krónur.

 

Men tað er kortini ein treyt, at tað eisini ber til at keypa eitt og eitt battarí, sigur býráðið.