Mile High Flights er heitið á flogfelagið í Bretlandi, ið hevur tikið setrini burtur út flogfarinum og lagt sengur í staðin. Navnið liggur heldur tætt uppat mile high-club, ið er óalmenna navnið á tí bólkinum, sum øll, ið hava havt sex á einum flogfari, eru limir í.
Vanliga sníkja tey treingjandi seg undir teppinum ella á vesinum, men partvíst er tað ólógligt orsakað av hinum ferðafólkunum, og partvíst er tað heldur ópraktiskt.
Hendan trupulleikan hevur Mile Hugh Flights loyst. Í einum øðrvísi bygdum Cessna-flogfari, eru tey kærleikstreingjandi fólkini tey einastu ferðafólkini umborð.
?The Quickie? ella ?The Big One?
Flogtíðina kann eg sjálvur velja, alt eftir ynski. ?The Quickie? er tann bíliga útgávan, har tú ert í luftini í 20 minuttir. Við ?The Big One? ert tú í luftini í 40 minuttir, og á VIP túrinum ert tú í luftini yvir ein tíma, og har er sjampanja og jarðber við í prísinum.
-Tú og maki tín verða ikki órógvaði, lovar felagið.