Jóannes Eidesgaard bað um stuðul, tá Norðurlandaráðið fyrrapartin viðgjørdi spurningin um sjálvsstøðugan føroyskan, grønlendskan og álendskan limaskap í ráðnum.
Tað eru serliga Føroyar, sum hava lagt dent á at fáa sálvsstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, og undir orðaskiftinum bað Jóannes Eidesgaard, løgmaður, londini taka undir við ynskinum.
Løgmaður viðgekk, at tað kann gerast neyðugt at broyta Helsingfors-sáttmálan, sum er ”grundlógin” hjá Norðurlandaráðnum, men hann helt, at er politiskur vilji fyri tí, so ber til at finna eina loysn.
Norski samstarvsráðharrin, Heidi Grande Røys, segði, at samstarvsráðharrarnir høvdu ætlað at viðgera málið i september, men at viðgerðin bleiv útsett til desember eftir ynski frá grønlendska heimastýrinum, sum vildi hava betri stundir at viðgera tað.
Støðan hjá teimum samkyndu í Føroyum bleiv eisini drigin upp í orðaskiftið fyrrapartin. Danski limurin Mogens Jensen segði, at tað kann vera trupult at geva Føroyum javnstøðu í Norðurlandaráðnum, tá føroyskir borgarar ikki hava javnrættindi.