Í skrivi til løgmann, Kaj Leo Johannesen, átalar nevndin í Búskapar-og Løgfrøðingafelag Føroya, harðliga, at tinglimur Sambandsfloksins, Helgi Abrahamsen, alment fremur fullkomiliga ógrundaðan ágang á aðalstjóran í Almannaráðnum, umvegis sosialu miðlarnar.
BLF, sum felagið verður stytt, er fakfelag umboðandi ein stóran part av føroyska embætisverkinum.
- Úttalilsini, sum Helgi Abrahamsen førdi fram hin 29. november, eru óhóskandi í einum fólkaræði sum Føroyum og leiða heldur tankarnar á lond, sum vit ikki ynskja at samanbera okkum við, sigur felagið.
Lagt verður aftrat, at rætturin til talu- og forsamlingsfrælsi er grundlógartryggjaður og má altíð verða tikin fram um møguligar politiskar áskoðanir og avleiðingar. Hesi frælsi eru eisini galdandi fyri embætisfólk hjá almennu Føroyum.
- Tað er givið, at embætisfólk, eitt nú aðalstjórar, ikki eiga at úttala seg politiskt um mál, sum tey fyrisita. Men tað er at fara út um alt mark, at løgtingslimur átalar, at embætisfólk - enntá kanska av tilvild - eru at síggja á myndum frá einum almennum fólkafundi mitt í høvuðsstaðnum ein leygardag.
BLF heldur, at løgmaður sum ovasti politiski leiðari fyri føroyska embætisverkið og formaður Sambandsfloksins eigur at átala og taka frástøðu frá ágangi av hesum slag.
- Alt annað kann virka køvandi fyri samfelagskjakið í einum lítlum samfelag sum tí føroyska og kann skaða grundlógartryggjaða talu- og forsamlingsfrælsið, ið politiska skipanin hevur ábygd av at verja og virða, sigur nevndin í Búskapar-og Løgfrøðingafelag Føroya í skrivi til løgmann í dag.
Nevndin"