Løgmaður fær 17.558 kr meira í løn um mánaðin

Sambært uppskotinum hjá løg­manni um broyting í løg­tings­lóg um samsýning og eft­irløn landsstýrismanna, sum varð løgd fyri tingið fríggj­adagin, so verður tann broyt­ing, at landsstýrisfólk ikki longur kunnu vinna sær fulla tænastumannapensjón upp á átta ár. Landsstýrisfólk skulu – eftir næsta løg­tings­val – hava 15 prosent í pen­sjóns­inngjaldi, eins og onnur fólk

Onnur broyting er, at lands­stýrsfólk fáa frí­an bil í staðin fyri kostn­að­ar­end­ur­gjald.

Landsstýrismenn verða framvegis løntir eft­ir løn­ar­talv­uni hjá tæn­ast­u­monn­um ­landsins, tó so, at løgmaður fær 130% og landsstýrisfólk 110% av lønini í lønarflokki 40 hjá tænastumonnum lands­ins. Tað merkir, at lønin hjá løg­manni hækkar úr 58.527 krón­um um mánaðin upp í 76.025 krónur, og at lønin hjá lands­stýrisfólkum hækkar úr 49.845 krónum upp í 64.380 krónur. Samstundis verð­ur skipanin við borðfæ tik­in av, og útreiðslur til um­boðan verða tiknar við í van­ligu rakstrarjáttanina hjá av­varð­andi aðalráðum.
Skipanin við fríum bústaði í Tórshavn verður tikin av, tó soleiðis, at løgmaður fær heim­ild til, í ávísum førum, at játta landsstýrisfólkum end­ur­gjald fyri útreiðslur til bústað í Tórshavnar komm­unu.

Landsstýrisfólk fara ikki longur at fáa upp í 165.000 krónur um árið í kostn­að­ar­end­ur­gjaldi at ferðast til Havn­ar. Nú verður sett í verk ein skipan, har lands­stýr­is­fólk fáa ókeypis og skatta­frí­an tænastubil uttan førara at ráða yvir.

Eftir galdandi reglum, so fáa landsstýrisfólk, sum taka við øðrum starvi, dup­ulta løn. Tað kann vera, tá tey fara úr landsstýrinum, eitt nú fara aftur í tingið. Hend­an skipan skal broytast so­leiðis, at tað almenna tá bert skal gjalda munin upp til ásettu samsýningina hjá lands­stýrisfólki.

Tað fer at spara lands­kass­anum nógvar pengar, at lands­stýrismenn ikki long­ur fáa trivaligar tæn­ast­u­mann­a­pen­sjónir eftir fáum ár­um. Men verður eitt nú Kaj Leo Holm Johannesen sit­andi sum løgmaður, so fær lands­k­assin eyka útreiðslur av tí. Kaj Leo Johannssen hevur longu upptjent sær fulla tæn­ast­u­mann­a­pensjón, sum í løtuni er 35.000 krónur um mán­að­in.