Løgtingsval
Mánadagin 18. mars klokkan 11.00 skrivaði Anfinn Kallsberg, løgmaður undir skjalið ella kunngerðina, sum sigur, at val verður til løgtingið týsdagin tann 30. apríl. Við hesum hevur hann hildið orð sítt um ikki at skriva út val í ótíð. ?Eg haldi tað er eitt óskil ikki at hava fýra ára valskeið. Val í ótíð má avgjørt ikki verða reglan men undantakið sigur løgmaður, sum eisini dámar best norsku skipanina, sum sigur, at tað skal vera val 4. hvørt ár. Hann vil tó ikki fara so langt sum at skjóta upp, at eisini fáa lógarfest slíka skipan.
Uppá fyrispurning um tað ikki hevði verið gott við einum nývali fyri langari tíð síðani fyri á tann hátt at reinsa politisku luftina í Tinganesi sigur løgmaður, at tað hevði ikki verið rætt.
-Støðan í Føroyum er tann, at fær tú ikki eina reint borgarliga ella eina reint sosialistiska samgongu, so fær tú nakrar spurningar í einum høgra-vinstra politikki, sum tað altíð vilja vera ósemjur um í eini samgongu. Hevur tú eina høgra ella eina vinstrasamgongu, so hevur tú ósemjur um sjálvstýrisspurningar ella sambandsspurningar. Tað vilja tí altíð vera nøkur øki við ósemjum, tí flokkar eru í prinsippinum dundrandi ósamdir um hesi økini. Men nøkur av hesum málunum mugu loysast. Tú kanst ikki bara leggja øll slík mál til síðis, tí tey stinga seg upp í gerandisdegnum. Og tí er greitt, at tú fær nakrar ósemjur. Og sjálvur haldi eg ikki, at slíkar ósemjur eiga at hava við sær val í ótíð sigur løgmaður, sum annars hevur verið noyddur at liva við eini samgongu í fýra ár, ið hevur verið rættiliga ósamd í nógvum málum. Og sum mikið politiskt rumbul hevur verið rundan um.
Løgmaður viðgongur, at tað er nógv torførari at reka landspolitikk í einum landi sum Føroyum í mun til flest onnur lond. Tí hevur tvær dimensiónir: høgra-vinstra og loysing-samband. -Vit fáa ikki hasi viðurskiftini uppá pláss, fyrr enn man hevur fingið greiðu á spurninginum um loysing og samband. Harafturímóti kanst tú reka høgra og vinstrapolitikk eins og aðrastaðni.
Blussið skrúvað niður
Nú løgmaður hevur skrivað út val verður eingin tingfundur. Ikki tí at skipanin ikki loyvir tí. Hvørki løgting ella landsstýri sita sum starvsstjórn fyri tað. Parlamentariska grundarlagið er uppá pláss. Landsstýrið hevur framhaldandi fult mandat til at taka avgerðir í øllum málum fram til valið. Løgmaður sigur, at sjálvandi verður blussið munandi skrúvað niður. Tað verða mest avgreiðslumál, sum landsstýrið fer at arbeiða við næstu vikurnar.
Løgmaður viðgongur, at vandin fyri at okkurt serstakt mál stingur seg upp og løgtingið verður kallað saman aftur er altíð tilsteðar. Men hann roknar ikki við tí sjálvur. Tað nýtast tó 12 ella 13 atkvøður til at kalla tingið saman. Sambart tí nýggju stýriskipanarlógini situr gamla løgtingið til tað nýggja er góðkent. Tvs. at tað gamla situr út um valdagin.
Møguleiki er so eisini fyri, at løgmaður fer at eita Anfinn Kallsberg væl eftir valið. Ymiskar reglur eru tó fyri, hvussu fram skal farast, men kemur eitt val og eitt nýtt ting verður góðkent uttan at man hevur fingið eina nýggja samgongu, tá situr landsstýrið sum ein starvsstjórn, hevur tað ikki parlamentariskt grundarlag aftanfyri seg.