Løgmaður hevur tilnevnt Óluvu Klettskarð sum landsstýriskvinnu

Løgmaður váttar nú, at hann í morgun hevur tilnevnt Óluvu Klettskarð til nýggja landsstýriskvinnu í mentamálum Løgmaður hevur í morgun tilnevnt Óluvu Klettskarð úr Klaksvík sum nýggja landsstýriskvinnu í mentamálum og hevur samstundis loyst Kristinu Háfoss úr embætinum.

Óluva Klettskarð, sum er ættað úr Haraldssundi, er 43 ára gomul og gift við Andrasi Sólstein. Tey eiga tveir dreingir, sum eru 7 og 18 ára gamlir. Óluva er útbúgvin cand. mag. í søgu og føroyskum. Hon starvast sum lærari á studentaskúlanum á Kambsdali og á HF-skeiðnum í Klaksvík.

Mótttøka verður í Mentamálaráðnum mánadagin 1. sept. kl. 16.00, har løgmaður fer at handa Kristinu Háfoss fráfaringarskjal og Óluva Klettskarð tilnevningarskjal.

Óluvá Klettskarð er áttanda tjóðveldisfólki í hesum sessinum tey gott seks árini, flokkurin hevur verið í samgongu síðani 1998.