Viljastyrki
Løgmaður er lætnaður einastaðni millum 15 og 20 kilo seinasta árið. Hann hevur tað fínt, sigur hann, og uppskriftin er sera einføld. Tað er bara prinsipp. Einki sukur, lítið feitt og nógvir gongutúrar.
?Eg havi ikki nortið eitt køkustykki seinasta trýfjórðingsárið, sigur Anfinn Kallsberg. Sukur eti eg als ikki meira, og alt sjónigt feitt skeri eg burtur.
So eru tað gongutúrarnir, sum eisini gera heilt góðan mun. Ein skjótan túr Inn í Dalar um dagin, plagar tað at verða til, tá hann er á Viðareiði. Í Havn er eitt sindur torforari at ganga slíkar túrar, sigur hann, men hann roynir tó, so væl tað letur seg gera.
Túrurin heiman av Viðareiði, Inn í Dalar og aftur er fimm kilometrar til longdar. Hann verður gingin í einum.Viðhvørt einsamallur, og viðhvørt saman við onkrum, sum tímir við, sigur Anfinn Kallsberg. Konan, Berghild, gongur ofta saman við honum, sigur hann.
Teir túrarnir eru góðir í aðrar mátar eisini, tí tá hevur hann frí. Fartelefonin liggur eftir við hús.
Anfinn Kallsberg sigur, at hann merkir væl á konditiónini, at hann er lætnaður so mikið sum hetta góða veðurlambskrovið. Og eisini er orkan batnað munandi. Tað liggur nógv betri fyri og fellur nógv lættari at gera ymisk arbeiði nú, sigur hann.
Til dømis hevur hann verið á fjálli í summar, og tað var sum eitt spæl í mun til, hvat tað hevur verið.
?Ikki soleiðis at skilja, tekur hann aftur í aftur, at konditiónin átti at verið enn betri. Men eg havi so verið aftur á støðum, sum eg langt síðan hevði avskrivað.
Men viðhvørt hevur tað verið hart at vera so konsekventur. Og løgmaður viðgongur eisini, at hann hevur syndað. Um enn í minni málistokk enn fyrr.
?Jú, tað var øgiliga ringt at halda seg frá síðunum í heyst. Onkur biti fór eisini niðurum. Men alt feitt, sum sjónligt var, varð skorið burtur kortini.
Hinvegin uggar hann seg við, at heilt uttan ordiligan mat ber heldur ikki til at liva.
Og tað er eisini stuttligt at hoyra viðmerkingarnar frá fólki. Tí fólk leggja merki til, at hann er lættnaður, sigur løgmaður. Og tey gera viðmerkingar. Tær eru positivar, og tað styrkir eisini hugin.
Fyrstu tíðina gek tað skjótt. Síðan kom líkasum eitt sindur av stígi í, og beint nú hevur tað líkasum staðið eitt sindur í stað.
?Men eg kundi væl hugsað mær, at eini 5-10 kilo fóru afturat, sigur Anfinn Kallsberg.
Óført.